Sonni: Vit skulu gera tað væl betri móti Ukraina hesaferð (FM1)

(FM1) Hoyr landsliðsvenjaran hjá manslandsliðnum í hondbólti seta orð á spennandi og tøttu uppgávurnar, ið eru fyri framman

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Ukraina og Kekkia, sum ætlandi verða 10., 12. og 14. mars.

Hesir eru teir 17 úttiknu til dystirnar móti Ukraina :

Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Rói Berg Hansen, HØJ
Sjúrður Olsen, VÍF
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof

Bert 16 mans kunnu vera við til hvønn dyst og kemur ein maður tískil at sita yvir hvønn dyst. Ætlandi situr Elias Ellefsen á Skipagøtu yvir útidystin móti Ukraina, Sjúrður Olsen heimadystin móti Kekkia og Teis Horn Rasmussen heimdystin móti Ukraina.

Í seinastu EM-undankapping taptu vit greitt 19-30 fyri Ukraina á útivølli. Á heimavølli í Royal Arena høllini í Keypmannahavn taptu vit sera óheppið 26-27, har vit høvdu uppiborið betri. Nú ætlar landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, at vit skulu gera tað betri móti Ukraina.

Kekkia er nakað sterkari enn Ukraina, men har fer føroyska liðið eisini beinhart eftir einum góðum avriki. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Sonni Larsen fyrr í dag. 

(Samrøða: Sonni Larsen)