##med2##
Aftaná heiðurliga innsatsin ímóti Kekkia, har Føroyar taptu 20-28 (8-14) móti Kekkia í EM-undankappingardystinum í Brno fekk hondbóltsreportarin, Sjúrður H. Hoydal orðið á landsliðsvenjaran, Sonni Larsen.
- Vit tapa ímóti einum klassalið, ið er betri enn vit, eitt lið sum hevur nógvar endaspælsroyndir.
Sonni dugir tó at fegnast um spælararnir, ið hava fingið debut móti Ukraina og Kekkia, Filip Jojic, Hákun West á Teigum og Tróndur Mikkelsen, og er Sonni sera væl nøgdur við teirra avrik.
Nú gleða Sonni og spælararnir seg til at fáa veruliga heimavøll ímóti Ukraina í høllini á Hálsi í Havn sunnukvøldið klokkan 18. 600 áskoðarar sleppa til dystin, og á teimum hvílur eisini ein ábyrgd at stuðla spælarunum allan dystin.