SOS Knúkur

Tað er ein øgilig sorlan, tá Fokker F27 fer gravandi niðan gjøgnum hagan. Mold og steinar fara sendandi í allar ættir, og buldrið av trykkluftslangum doyvir næstan skríggini og neyðarrópini inni í flogfarinum

Bókaummæli


»Nú hevur D.J. Bærentsen, landsdjóralækni ligið eina løtu á vøllinum niðan fyri vrakið. Pínan í búkinum og flagbróstinum er øgilig. Hann fer so smátt at kanna, hvussu vorðið man vera við heilsuni. Armarnir eru heilir, merkir hann. Og beinini eru eisini heil. So merkir hann við hondini inn á búkin, og hann er sannførdur um, hvat bagir: Livurin er farin.

So er bara at bíða hjá Bærentsen, tí so mikið veit hann sum djóralækni, at tá livurin er farin, forbløðir tú skjótt. So hann tekur pulsin og hyggur at holdinum, tað eigur skjótt at fara at blikna. Og pulsurin eigur at fjara út. Men eina løtu seinni er puslurin tann sami, og holdið er ikki bliknað tað allar minsta. Samstundis hoyrir hann óhugnalig neyðarróp uppi á vrakinum. Ein øgilig sukkan.

? Harragud, her liggur tú og hevur ilt fyri bróstinum og ilt í búkinum, men hetta hevur svarta onki at siga, hugsar hann við sær sjálvum. Hann reisir seg og gongur niðan móti vrakinum,

Tá hann kemur til vrakið, eru tey, sum frægast eru sloppin frá vanlukkuni, longu farin at bera løstað út úr vrakinum. Har á vøllinum liggur millum onnur Eyðbjørg Mikkelsen. Maðurin, Tórbjørn, hevur fingið stóran skelk og er fullkomiliga í ørviti. Stendur bara og rópar á Eyðbjørg og biður hana koma inn í vrakið...«


Spenningssøga

Hetta ljóðar sum ein spenningssøga, og tað er tað eisini. Men hetta er ikki ein av teimum spenningssøgunum, sum kunnu bólkast undir fagrar bókmentir.

Vit tosa um bókina »SOS Knúkur«, sum Grækaris Magnussen hevur skrivað um flogvanlukkuna í Mykinesi í 1970, tá íslandsflogfarið datt niður á veg úr Bergen til Føroya.

Bókin er heilt greitt eitt siðsøguligt avrik. Men hon er skrivað soleiðis, at hon kann lesast sum ein fiktiv spenningssøga. Tá tú fyrst ert farin at lesa, gevst tú ikki, fyrr enn tú ert liðugur við bókina.

Grækaris byrjar bókina meistarliga »in medias res« - mitt í gongdini. Íslandsflogfarið glíður smidliga niður millum skýggini vestan fyri Vágoynna, og lívliga frásøgnin ger, at lesarin kennir tað, sum hann er við umborð á flogfarinum.

Sum lesari kennir tú næstan vanligu ristingarnar, sum eru í einum flogfari, ið flygur inn til Vágar, tá tú lesur samskiftið millum flogskiparan og tornið á flogvøllinum inni ímillum frálíkar lýsingar av huglagnum umborð.

Bókin greiðir eisini ógvuliga livandi frá ymsu persónunum, sum eru við í flogfarinum, og teimum, sum eru við at bjarga.

Mongu frásagnirnar, sum høvundurin hevur fingið frá fólki, eru settar saman til eina væl lýsta søgugongd yvir mongu tímarnar, tey særdu liggja og sløðast í haganum í Mykinesi, uttan at vita hvar tey eru stødd. Somu mynd fáa vit av bjargingararbeiðinum.

Hendan fyrsta bókin hjá Grækarisi Magnussen er heilt greitt ein bók, sum er verd at lesa. Hugtakandi at lesa føroyska siðsøgu í búnanum hjá eini spenningssøgu.