Fíggjarlógin fyri 2007
- Tað, sum harmar okkum mest við hesi samgonguni er ikki nakað, sum, kann grøðast við pengum, sigur Miðflokkurin.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár kemur til viðgerðar í Løgtinginum, er Jenis av Rana úr Miðflokkinum rættiliga ivingarsamur um gongdina.
- Undir hesi samgonguni er umsorganin fyri tí einstaka føroyinginum í fríum falli. Og har hjálpir ikki við pengum, tí tað er ein spurningur um hugburð.
Jenis av Rana sigur, at í hesum sambandi hugsar hann um trý førleikatarnað fólk á Matrikulstovuni, sum verða søgd úr starvi. Hann hugsar eisini um ein vællýddan lærara á Vinnuháskúlanum, sum skal sigast úr starvi. Hann hugsar um sorgarsøgurnar um Landssjúkrahúsið og hann hugsar um nøkur menningartarnað, sum ætlanin er at flyta aftur í Eirargarð, hóast tey fyri fýra árum síðani vórðu flutt haðani, tí umstøðurnar vóru ov vánaligar.
- Alt hetta eru dømi um einstaklingar, sum politiska skipanin er fullkomiliga líkaglað við, tí har verða allar atfinningar sópaðar av borðinum. Øll, sum hava við málini at gera, fara í verjustøðu og stuðla hvørjum øðrum í at sópa málini til viks, heldur enn at royna at bøta um støðuna.
Sum tað sæst, er hetta serliga á almanna- og heilsuøkinum, at hann heldur, at verjan av tí einstaka er í fríum falli.
- Tað er sosialpolitikkurin, sum er fullkomiliga miseydnaðaður. Tann sosial peran hjá samgonguni er slóknað og okkara fremsta mál verður at tendrað hana aftur, sigur Jenis av Rana
Hann heldur, at ein orsøk til hetta er, at hendan samgongan gjørdi av at leggja Almannamálaráðið og heilsumálaráðið saman, tí tað er eitt alt ov umfatandi málsøkið at umsita undir einum.
Pensjónirnar upp
Annars vónar Jenis av Rana, at eitt sindur av tí framburði, sum er í samfelagnum, eisini fer at koma pensjónistum til góðar.
- Búskaparvøksturin seinnu árini hevur ført við sær, at livistøðið hjá flestu føroyingum er hækkað. Men tey, sum bara hava fólkapensjónina at líta á, ikki hava fingið lut í framburðinum í sama mun.
Formaður Miðfloksins sigur, at hóast skattalættar eru veittir, koma teir ikki teimum fólkapensjónistum, sum onga aðra inntøku hava, til gagns.
- Tvørturímóti er dømi um, at skattalættar økja um eftirspurningin, so at prísirnir hækka og tað er steinur oman á byrðu hjá fólkapensjónistunum.
Hann vónar eisini, at Løgtingið er sinnað at bøta um heimarøktina til tey eldru.
Í heilsuverkinum heldur hann at størsti tørvurin er á at fáa eina djúptøkna kanning av, hvat peningurin til Heilsuverkið verður brúktur til.
- Tað hevur fleiri ferðir verið frammi, at hóast játtanin til heilsuverkið veksur og veksur, kemur peningurin ikki seingjadeildunum og sjúkurøkt og viðgerð til góðar.
Tí er Jenis av Rana ikki sinnaður at játta heilsuverkinum meiri pening, fyrrenn ein kanning er gjørd, sum tryggjar vísir, hvar peningurin endar, so at hann ikki bara endar í einum yvirbygningi og eini leiðslu, sum bara veksur og veksur og sum koppar heilsuverkinum.
Miðflokkurin heldur eisini, at nú eiga politiskar ætlanir at vera lagdar fyri útjaðaran, serliga nú tað er full ferð á í miðstaðarøkinum.
Hann er heldur eisini, at vit eiga at taka atfinningarnar frá skúlaleiðarum til eftirtektar, tá ið teir siga, at teir hava ikki umstøður at taka sær av teimum veiku næmingunum.
Jenis av Rana heldur eisini, at vit eiga at leggja stóran dent á at dagføra samferðslukervið, vit longu hava, um tað so skal merkja, at fleiri undirsjóvartunlar verða raðfestir afturum. Í hesum sambandi heldur hann, at tunlarnir til Hvalbiar, Sandvíkar, Hvannasund, Árnafjarðar og Norðdepil eiga at verða nútímansgjørdir.
- Meina politikarar nakað við bygdamenningini, eru hetta neyðug stig at taka, áðrenn vit fara at gera fleiri undirsjóvartunlar.
Miðflokkurin fer eisini at reisa málið um skattalættan enn einaferð, so at hann í størri mun kann koma teimum lágløntu til góðar.
- Samgongan hevur ført fram, at orsøkin til, at tey lágløntu fáa so lítlan skattalætta, er, at tey betala so lítlan skatt. Hetta er grov manipulatión, tí orsøkin til, at tey betala so lítlan skatt, er, at tey forvinna so lítið, men júst tí telur hvørt oyra.