Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Vágum

 

 

 

Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir einum sosialráðgeva, at byrja í føstum starvi 1. november 2026, ella skjótast til ber. Starvið er ásett at vera fulltíðarstarv, men møguleiki er fyri niðursettari tíð.

 

 

 

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

 


Endamálið við Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða heilsu teirra og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og harvið at hjálpa til ein tryggan uppvøkstur.

 

 

 

Arbeiðsuppgávur

 

Arbeiðið fevnir um málsviðgerð av barnaverndarmálum.

 

Hetta snýr seg m.a. um:

 

  • At hava samrøður við børn og foreldur
  • At fara á heimavitjanir
  • At stuðla og ráðgeva børnum og familjum teirra
  • At seta neyðugar fyriskipanir í verk
  • At skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartnarar hjá Barnaverndartænastuni
  • At fyrireika mál og tryggja barnaverndarnevndini fakliga væl undirbygd tilmæli
  • At gera tilmæli til Føroya Kærustovn

 

 

 

Somuleiðis skal tann, sum sett/ur verður, vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.

 

 

 

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

 

  • Er ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugur at arbeiða í toymi og at arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • Megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
  • Dugir væl at orða seg, bæði í skrift og talu
  • Dugir væl at leggja til rættis, samskipa og hava yvirlit
  • Tolir at arbeiða undir trýsti

 

 

 

 

 

Førleikakrøv

 

  • Útbúgving sum sosialráðgevi
  • Royndir innan almenna fyrisiting kann vera ein fyrimunur
  • Royndir við 360 journalskipan kann vera ein fyrimunur

 

 

 

Setanar- og lønarviðurskifti

 

Starvið er at fulla tíð, 39 tímar um vikuna, men serstøk avtala verður gjørd um ynski er at arbeiða niðursetta tíð.

 

Starvsstaðurin er í Miðvági.

 

 

 

Løn- og setanarviðurskifti

 

Løn og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

 

 

 

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

 

 

 

Umsókn:

 

Umsókn saman við prógvum, CV og revsiváttan skal vera Barnaverndartænastuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. september og skal sendast í telduposti til bvt(at)vaga.fo ella sum bræv til

 

 

 

Barnaverndartænastan í Vágum

 

Tormansbakki 13

 

370 Miðvágur

 

 

 

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.

 

 

 

Nærri upplýsingar

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jenny Petersen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna í Vágum, á telefon 794431, ella umvegis teldupost á jennyp@vaga.fo.

 

 

 

Sørvágs og Vága kommunur reka felags barnaverndartænastu sambært lóg um barnavernd. Barnaverndatænastan í Vágum er normerað til ein leiðara, tveir sosialráðgevar/málsviðgerar, ein sálarfrøðing og ein skrivara.