»Frá Luther til Facebook« er heitið á almennum fyrilestri, sum verður í Hoyvíkar kirkju í annaðkvøld klokkan 19:30 í sambandi við Reformatiónsárið 2017.
Sosialu miðlarnir á døgum Luthers høvdu avgerandi týdning fyri reformatiónina. Men merkir tað, at vit ókritiskt skulu kasta okkum í føvningin á Facebook og hinum sosialu miðlunum, so at Mark Zuckerberg kann gerast ríkari, meðan lív okkara kanska gerst fátækari? – Í øllum førum rinda vit fyri Facebook við okkara tíð.
Í fyrilestrinum fer cand. theol. & IT Jóannis Fonsdal, sóknarprestur, at lýsa bakgrundina og tilgongdina í luthersku reformatiónini. Her verður hugsað um leiklutin hjá sosialu miðlunum á døgum Luthers. Eisini verður mett um nýtsluna, týdningin og virðið av sosialu miðlunum nú.
Hetta kvøldið verður eisini høvi at brúka fartelefonina í sambandi við fyrilesturin. Og aftaná verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum.