- Tað er so mikið galið í dag, at tey ungu, ið koma í Vinnuháskúlan, ikki kenna ættirnar. Og spyrt tú ung fólk úti á vegnum í dag, fólk upp til 20 ár og væl eldri, so kenna tey heldur ikki ættirnar. Tey vita ikki hvar landsynningur, útnyrðingur, landnyrðingur og útsynningur er. Tað haldi eg er spell, tí Føroyar eru einasta land í verðini, ið brúka hesi gomlu heitini, ið stava frá gamla norrøna málinum.
Tað sigur Petur Hans Dahl, sum í mong ár var lærari í Vinnuháskúlanum, men sum í dag er best kendur fyri síni veðurtíðindi í Góðan Morgun Føroyar.
Sjálvur hevur hann havt áhuga fyri veður og vind síðan hann var smádrongur, tá ið hann skrivaði dagbók um veðrið.
- Eg havi verið áhugaður í veðrinum síðan eg var smádrongur og byrjaði skriva dagbók sum átta ára gamal, har hvør dagur byrjaði við veðrinum tann dagin. Har upplýsti eg ættina og um tað var turt, sól ella annað. Tað var serliga áhugavert, tá man hoyggjaði ella um veturin tá farið var til útróður. Eg havi enn tær dagbøkurnar, ið eg skrivaði frá 1952 til 1957, sigur Petur Hans Dahl.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Petur Hans Dahl í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.