Sosialurin skrivaði 23.10.06

Her eru brot úr Sosialinum frá mánadegnum eftir at HB stjól gullið frá EB/Streymi.

Clapson sendi gullið av Mølini

Átta minuttir fyri tíð hendi tað, sum ikki skuldi henda fyri heimaliðið. KÍ fór í álop í høgru, bólturin var spældur til Paul Clapson, sum beint innfyri brotsteigarmarkið í høgru drønaði bóltin í handara málhorn. Eitt perlumál, sum gjørdist avgerandi fyri dystin.
EB/Streymur hevði illgruna um, hvat fór at henda í Havn, og teir løgdu nógv fyri frammi á vøllinum, tað sum eftir var. Egil á Bø var fluttur fram, og EB/Streymur gjørdi eina desperata roynd at javna.
Men samstundis sum HB skoraði í Havn gekk tað upp fyri teir á heimaliðnum, at teir ikki fóru at røkka gullinum. Eftir fimm minuttir við yvirtíð, bríkslaði væl dømandi Dagfinn Olsen dystin av, og so var dreymurin knústur. Tá vóru FSF-formaðurin og hansara fylgi longu farnir av Mølini við kós ímóti Havnini við FM-steypinum og gullinum.


Um sama mundi í Gundadali

Við 1-0 málinum eftir góðum 87 minuttinum í Gundadali varð Vagnur Mohr Mortensen meira enn nakar dagsins HB’ari. Tað málið sendi HB á FM-kós, og tað punkteraði helst eisini tí allar seinastu vónina hjá ÍF, sum eftir hetta noyddist longur fram. Nakað sum eisini avleiddi 2-0 málið hjá Rógva Jacobsen í yvirtíðini.

Gamal áleypari
Tað at skjóta mál er nú ikki nakað fremmant hjá Vagni. Stóran part av yngru árunum var hann áleypari – saman við Jón Róa Jacobsen – men eins og javnaldurin í AaB hevur vaksnamannatilveran fyri tað mesta bjóða upp á sess í verjuni.
Men hvussu bar tað til, at hann móti dystarenda satsaði alt og fór niðaneftir?
- Vit skulu jú skora, men tað sá einki serligt út. Longu eftir 70 minuttum spurdi eg Krzyztof, um eg ikki skuldi fara niðan, so vit kundu trýsta enn meira, men hann bað meg bíða.
- Men tá vit so hoyrdu, at KÍ hevði skorað, vistu vit, at nú máttu vit av álvara satsa. Hesa ferð játtaði venjarin eisini, men tað vóru nú ikki allir, sum vóru so glaðir: »Hvat fanin skalt tú í álopinum«, geylaði Janus eftir mær, tá eg fór niðan. Men eg haldi, at hann fekk svarið ein minutt seinni, sigur Vagnur stórflennandi.
Og í skiftirúminum eftir dystin mátti liðformaðurin hjá HB eisini koma við lítlari umbering til liðfelagan.

(Hetta stóð alt at lesa í Sosialinum mánadagin 23. oktobur 2006)