Gjøgnum Internetið er Sosialurin nú vorðin heimsumfatandi. Ja, so einfalt er tað í veruleikanum. Nú ber til at lesa Sosialin, hvar í verðini tú ert staddur. Tað einasta, ið krevst, er ein telda og internetsamband gjøgnum telefonina.
Tað var í februarmánað í fjør, at telefonverkið fór at bjóða út internettænastu, og er nógv hent á hesum øki, síðan tá. Sosialurin var við beinanvegin, men seinastu vikurnar hevur Sosialurin saman við serkønum fólki frá FarCom (Kunningartænastuni) ment eina skipan, sum vit halda fer at hóska væl til internetútgávu av blaðnum.
Ein og hvør, ið er íbundin netið, kann í dag ókeypis lesa Sosialin. Adressa okkara er: www.sosialurin.fo.
Haldið Sosialin ókeypis
Endamálið við nýggju skipanini er sjálvandi, at so nógv sum gjørligt skulu kunna lesa blaðið - so skjótt sum gjørligt. Við at brúka internetið ber til at koma út til allar lesararnar í senn - um heimin allan. Internetbrúkararnir kunnu enntá fáa blaðið áðrenn tað er prentað.
Í royndartíðini er skipanin ókeypis. Blaðið verður dagført umleið klokkan 16 hvønn seinnapart, og ber tá til hjá øllum at síggja blaðið. Men tað ber eisini til at tekna seg sum haldara longu nú. Hetta kann gerast á heimasíðuni, har tú skrivar tína e-mail adressu. So fært tú eitt mail, tá blaðið er dagført, við yvirskriftunum til allar greinarnar í blaðnum, eins og eitt sambindingarlið, sum tú kanst trýsta á fyri at koma inn á Sosialin. Hetta er ein ókeypis skipan í royndartíðini.
Flestu stóru bløðini út í heimi hava eisini eina internetútgávu. Men tað eru bert fá, ið hava eina fullfíggjaða útgávu, soleiðis sum Sosialurin ætlar at hava tað. Í Danmark er Jyllands Posturin fremstur á hesum økinum - onnur bløð eru eitt nú Politikken og Børsen, men teirra útgáva umfatar ikki alt tilfarið í blaðnum.
Men tað ger útgávan hjá Sosialinum, sum sostatt er í fremstu røð í kongaríkinum, tá tað ræður um internetútgávuna. Sosialurin er soleiðis fyrsti føroyski interaktivi fjølmiðil.
Eisini ber til at leita í gomlum bløðum
Eitt er at leggja tilfar út á internetið hvønn dag, men annað er at goyma tað soleiðis, at til ber at sleppa til tað aftur. Sosialurin hevur ein dátabása, har alt tilfarið verður goymt, soleiðis at til ber at leita í arkivinum eftir tilfari. Fyri vanliga haldaran fer at bera til at leita 20 bløð aftur. Seinni verður gjørligt, við at tekna annað haldaragjald, at leita í øllum greinum sum hereftir fara at koma í blaðið.
Leitiskipanin er uppbygd soleiðis, at tú kanst leita upp á orð - frítekstleiting, sum tað verður kallað á fakmálinum. Tú velur eitt ella fleiri stikkorð, so finnur teldan tær greinar, her stikkorðini koma fyri.
Lýsingartorgið á netið
Fyribils verður alt skrivaða tilfarið í blaðnum, bæði greinar, sum blaðfólkið skrivar, og innsent tilfar at síggja í netútgávuni. Myndir verða eisini til nakrar av greinunum, og so ikki at gloyma Óla P, sum eisini er við.
Men vit arbeiða støðugt við at byggja út skipanina, og verður eitt tað fyrsta at fáa loypandi tíðindi - t. v. s. at fimm teir seinastu søgurnar koma at standa sum link ovast á breddanum í aktuella blaðnum - søgur, sum verða prentaðar í komandi útgávuni. Lýsingartorgið kemur eisini við, og fer tað tá at bera til hjá haldarum sjálvum at skriva lýsingar inn via internetið. Tað fer eisini at bera til at lýsa í internetblaðnum.
Stóran týdning fyri skrivaðu fjølmiðlarnar
Heimasíðan hjá Sosialinum er bygd upp í modulum, og er hon tí løtt at broyta. Á forsíðunum kunnu verða sjey søgur, sum tú kanst lesa við at klikkja teg inn á tær. Høgru megin er fastur teigur við knøttum, sum linka teg til forsíðu, inn í blaðið, til oddagrein, smátíðindi, tekningina hjá Óla og inn í leitiskipanina. Omanfyri er ein sokallað »drop down menu« við dagsins evnum í blaðnum. Eisini kanst tú velja eitt tema, har gamlar greinar eisini eru bólkaðar - eitt nú Barbugreinar, bankamálið o. s. fr. Tann triðja »drop down menu?in« gevur atgongd til at lesa gomul bløð.
So kunnu vit spyrja, hvønn týdning internetið fer at fáa - ikki minst, hvat fjølmiðlunum viðvíkur. Tað er eingin ivi um, at internetið hevur stóran týdning fyri skrivaðu fjølmiðlarnar, sum nú hava høvi at leggja alt tilfarið út á netið.
Á henda hátt kann Sosialurin kappast bæði við Útvarpið og Sjónvarpið og um stutta tíð fer at vera vanligt, at fólk nýta sjónvarpstólið til internetið í staðin fyri telduna, og tá fáa internetútgávurnar hjá bløðunum enn størri týdning.
Blaðfólk og blaðstjórn geografiskt óheft
Men internetið hevur eisini stóran týdning fyri arbeiðsgongdina hjá Sosialinum. Nú ber til at hava redaktiónir allastaðni í heiminum, og eru blaðfólk, redaktión og umbróting tí fullkomiliga óheft geografiskt. Sosialurin verður dagliga skrivaður á Argjum, í Klaksvík, á Toftum og í Sandvík, eins og fyrrverandi starvsfelagi okkara, Jústinus Eidesgaard javnan skrivar úr Singapore. Samskiftið millum blaðfólk og blaðhús fer fram gjøgnum internetið, og verður alt tilfarið flutt tann vegin.
Fyri blaðfólkini er tað sjálvandi ein nýskapan, eisini at skula arbeiða á internetinum. Starvsfólkini leggja sjálv egið tilfar út á netið, og tekur tað undir vanligum umstøðum ikki meira enn einar tíggju minuttir um dagin.
Servarin - ambætarin, ið hann verður nevndur á føroyskum, sum Sosialurin liggur á, liggur hjá FarCom í Havn. Men um stutta tíð verður eitt sonevnt spegl sett upp í Danmark. Hetta merkir, at eitt kopi av servaranum fer at liggja í Danmark, og tá verður munandi skjótari hjá fólki í Danmark at leita í Sosialinum - tá tað fer at ganga skjótari hjá teimum, enn hjá okkum í Føroyum, tí telesambandið gongur skjótari í Danmark.
Bløð eru millum mest eftirspurda tilfar á Internetinum