Spøkilsisskip í havnum

Danmark: Ein trupulleiki í donskum havnum eru skip, sum eru løgd, men sum eigararnir ikki tora at høggja upp. Kvoturnar eru fluttar á onnur og nýggjari skip, men óvissa ræður um, hvussu verður við hesum kvotum, um gomlu skipini verða høgd upp.

Tí liggja gomul skip, sum eru tikin úr vinnu og misprýða danskar havnir.

ES-fiskivinnukommiserurin, Joe Borg, hevur nú lovað donskum fiskimonnum at taka henda trupulleika upp, so hann kann verða loystur.

Joe Borg var við, tá Danmarks Fiskeriforening helt aðalfund herfyri.