Tveir av teimum fimm dystunum í Betri deildini, sum eru á skránni í dag, verða spældir á Tórsvølli.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli var klokkan 14. Tað er B36, sum hevur vitjan av Víkingi. Nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan framvegis málleysur javnleikur.
Spenningur var um, hvør fór at vera í fremsta álopsplássinum hjá Víkingi, nú Finnur Justinussen ikki er førur fyri at spæla, tí hann hevur slitið krossbandið. Tað er Andreas Lava Olsen, sum er fremsti maður hjá Víkingi ídag.
Veðrið er ógvuliga skiftandi. Í løtum hevur tað verið tjúkkur kavaælingur. Tað sæst aftur á vøllinum, sum er grønur og hvítur.
Tá ið so sólin brýtur ígjøgnum, er tað skjótt, at kavin hvørvur.
B36 - Víkingur (0-0)
Dómari: Alex Troleis
B36: Mattias Lamhauge - Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Lukas Enevoldsen, Alex Mellemgaard - Mathias Thrane, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson - , Andras Johansen, Sebastian Pingel, Tobias Christensen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð - Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen - Jákup Johansen, Géza David Turi, Noah Mneney, Olaf Bárðarson - Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen