Spæla í Vági í kvøld

1.DEILD: Teir næstbestu hjá NSÍ eru á veg til Vágs

Ein dystur í Betri deildini er í kvøld og fýra í morgin.

Tað ber við sær, at 21. umfar í næstbestu deildini er sett at vera sunnudagin.

Ein dystur er framskundaður og verður avgreiddur longu í kvøld.

Talan er um uppgerðina á Vágseiði millum Suðringar og NSÍ.

Fyrsta bríksl verður klokkan 18.00, og Janus Fossdalsá verður dómari.

 

Liðini hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. 5. mái vóru Suðringar á heimavølli í Trongisvági. Ta ferðina vann NSÍ 5-0. Í trettanda umfari, sum var 2. juni, vitjaðu Suðringar við Løkin. Tá vann heimaliðið 8-0.

 

NSÍ er á fjórða plássi við 37 stigum, og Suðringar eru aftast við sjey stigum.