Modena, Italia: Føroyski landsliðsmálverjin verður neyvan arbeiðsleysur mikukvøldið. Tvørtur ímóti kann talan væl verða um ein av teimum heilt strævnu døgunum hjá Jákupi Mikkelsen.
- Tað er einki at ivast í, at hetta verður ein trupul uppgáva. Nú veit eg ikki, hvussu teir tackla uppgávuna, tí teir eru jú longu víðari. Men eingin skal ivast í, at hatta er eitt ótrúliga sterkt lið, sum vit spæla ímóti.
Sum liðformaður er ábyrgdin hjá Jákupi eisini at vera tann savnandi persónurin á liðnum. Men júst til ein slíkan dyst heldur hann ikki, at nakar trupulleiki skuldi verið at fyrireika seg og liðfelagarnar til dystin.
- Eg rokni við, at tað er heimsins lættasta uppgáva, tá tú sum venjari ella liðformaður skalt seta menninar upp til at spæla móti Italia. Bara tað at sleppa at spæla móti heimsmeistarunum er eitt privelegium.
- Men hinvegin, so er tað í sjálvum sær ikki nóg mikið, at menn eru uppsettir. Vit skulu út at gera ein góðan innsats á vøllinum, sigur Jákup, sum tó ikki vil seta nakað tal á eitt úrslit, ið kann metast sum nøktandi.
Fysikkurin avgerandi
Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, at tað kann verða ein trupulleiki hjá føroyska liðnum, at flestu av spælarunum ikki hava spælt nú í skjótt fleiri vikur.
- Tað er sjálvandi nakað, sum vit eiga at ansa eftir. Ikki tí. Eg haldi, at vit eru so væl fyri, sum tað ber til eftir umstøðunum. Vit hava vant regluliga, og venjarin hevur eisini koyrt nógv á okkum undir venjingunum. Men sjálvandi er tað ikki heilt tað sama, sum at spæla dyst.
So tað verður kanska fyrst og fremst fysikkurin, sum verður avgerandi fyri føroyska avrikið hesaferð?
- Ja. Og so sjávlandi tað, at vit skulu standa væl a vøllinum. Teir hava eitt fantastiskt lið, har allir spælarar eru førir fyri at skapa nakað sjálvir. So tað ræður um hjá okkum at standa rætt á vøllinum, sigur Jákup Mikkelsen.