Tað hevur verið lítið hugaligt fyri sundalagsmenn seinastu mánaðirnar. Fjølmiðlarnar hava varpað ljós á fíggjarsvik í felagnum. Seinasta málið var fyri tveimum vikum síðani, tá tað kom fram, at nevndin hevur ikki goldið sínum spælarum løn. Tann knúturin tykist nú vera loystur. Allir spælararnir eru farnir 20 prosent niður í løn.
Heðin Askham, venjari, og hansara leikarar tóktist hinvegin als ikki darvaðir av skrivingini í miðlunum. Avbjóðingin er framvegis at vinna fótbóltsdystirnar. Tað eydnaðist hesaferð. Væl og virðiliga. Spælararnir tóku ábyrgd og hugsaðu ikki um pengar. Bara um at vinna. EB/Streymur bukaði vágamenninar. Úrslitið var 7-1.
Udsen í hopla
Daniel Udsen var stórspælandi. Landsliðsleikarin skeyt heili fýra mál. Leif Niclasen skoraði tvær ferðir, og Arnbjørn Hansen, sum hevur verið skaddur, men sum var millum teir fyrstu ellivu fríggjakvøldið, fekk eitt mál. Sundalagsmenn vóru omaná allatíðina, sum úrslitið eisini staðfestir.
Hetta er aðru ferð eftir trimum vikum, at 07 Vestur tapir stórt. Tá taptu uppflytararnir heili 9-0 í Runavík.