Orsøkin var, at áskoðarin hevði funnist at Florez og kann hann fyri elendigan, tí Atletico Junior tapti dystin um meistaraheitið. Hetta var ov mikið hja Florez, sum tók ein revolvara og skeyt 27 ára gamla áskoðaran. Tað boðar tíðindastovan Reuters frá. Bold.dk, sum eisini skrivar um hendingina, sigur víðari, at 1994 var eisini eitt skottilburður í kolumbianskum fótbólti, tá landsliðsverjuleikarin Adreas Escobar varð skotin og dripin, eftir at hann gjørdi sjálvmál í einum landsdysti.