Spældu seg í stevnuhýr

VB/Sumba fór avstað við jóansøku steypinum, og nú standa tvær stórar avbjóðingar á útivølli fyri framman

Fótbóltur

 

Nógva heimafólkið á Vágseiði fekk ein skelk fyrstu løtuna, tá ið VB/Sumba í jóansøku dystinum hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.

Pætur Klein á Líknargøtu legði NSÍ á odda, og lítla løtu seinni hevði NSÍ bóltin á træverkinum aftanfyri Bjarna Johansen. So fótaði heimaliðið sær. Birgir Jørgensen, sum við tveimum málum gjørdist dagsins maður, skoraði til 1-1, og tá ið Martin Taunsen tveir minuttir undan hvíldini hevði skorað til 2-1, var eingin ivi um, hvønn veg tað bar. Fyrstu løtuna eftir steðgin varð alt avgjørt. NSÍ misti ein mann orsaka av hevnisøku, og miðvallarin Marner Tausen økti til 3-1.

Nú skal VB/Sumba spæla bæði á Argjum og í Sørvági.

Hesa ferð Jón Krosslá Poulsen ikki millum málskjúttarnar hjá VB/Sumba, men hann og liðfelagarnir gleða seg til torføru avbjóðingarnar, sum standa fyri framman:

- Tá ið vit høvdu fótað okkum, spældu vit væl. Leygardagin skulu vit norður á Argir at spæla. Har er altíð torført at vinna. Vit spæla hvørja ferð fyri at fáa øll stigini, men tað kann ikki útilokast, at vit verða nøgdir, um vit fáa eitt stig við av Argjum, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá VB/Sumba.

Eftir at hava spælt ímóti AB og B68 í Vági skal VB/Sumba spæla í Sørvági. Talan er sostatt um tveir lykladystir innan stutta tíð.

Hini trý oddaliðini vunnu hesa ferð øll á útivølli. Allan Mørkøre var trífaldur málskjútti í Streymnesi, har AB vann 6-0. Merkisvert var tað, at eingir av teimum, sum kappast um pláss á besta liðnum hjá EB/Streymi, hjálptu til leygardagin.

Bæði á Svangaskarði, har TB vitjaði, og í Klaksvík, har 07 Vestur vitjaði, var talan um tættar uppgerðir, sum kortini endaðu við trivaligum sigrum til gestirnar.

Umframt tey fýra, sum hava møguleika at flyta upp, var tað bara eitt annað lið, sum syrgdi fyri fullari úrtøku. Tað var HB, sum á heimavølli vann tætta uppgerð ímóti Víkingi 2-1. Har vórðu tveir spælarar vístir av vølli – ein frá hvørjum partinum. Umframt hesar báðar og NSÍ spælaran, sum varð útvístur á Vágseiði, var eisini ein hjá EB/Streymi útvístur. At fýra síggja reytt í einum umfari er rættiliga nógv.