Spældu skeivan tjóðsang

Video: Ein rættiliga flovislig støða tók seg upp í dysti í Copa América í nátt.

Í hesum døgum verður Copa América, ið kann roknast sum tað suður- og norðuramerikanska svarið av EM í Evropa, spælt í USA. Vanliga verður Copa América spælt annað hvørt ár, og so seint sum í fjør varð kappingin eisini hildin. Tá var tað vertstjóðin, Kili, ið streyk avstað við sigrinum. Orsøkin til, at ein eykapping verður hildin í ár er, at tað í ár eru 100 ár síðani, at altjóða fótbóltssambandið í Suðuramerika, CONMEBOL, varð sett á stovn.

 

Í nátt varð dystur spældur ímillum Meksiko og Uruguay. Meksiko vann dystin 3-1, men í størri mun fara fólk at minnast dystin fyri eina margháttiiga hending, ið tók seg upp skamt undan dystarbyrjan.

 

Sum siðvenja er, so verða tjóðsangirnir hjá luttakandi londunum spældir, áðrenn londini skulu í leik. Meksikanski tjóðsangurin varð avgreiddur eftir bókini, men tá ið tjóðsangurin hjá Uruguay skuldi runga um leikvøllin í Phoenix í Arizona, so var tað ikki tjóðsangurin hjá Uruguay, ið hoyrdist. Ístaðin høvdu amerikansku fyrireikararnir av grovum ósketni tendrað lagið til tjóðsangin hjá Kili.

 

Hetta skapti sjálvandi undran á leikvøllinum, men leikararnir hjá Uruguay høvdu onki annað val enn at undrast og standa og lata kilenska tjóðsangin spæla seg lidnan.

 

Amerikansku fyrireikararnir hava í almennari fráboðan biðið um umbering fyri mistakið.

 

- Orsakað av einum menniskjaligum feili varð tann skeivi tjóðsangurin spældur av misgáum. Vit vilja biða um umbering frá fótbólssambandinum hjá Uruguay, landsliðnum hjá Uruguay og fólkið úr Uruguay. Vit vilja syrgja fyri, at slík støða ikki endurtekur seg.

 

Merkisverda hendingin kann síggjast HER. Danska TV3Sport eigur upptøkuna.