– Hetta var ein sera góður dystur, og fyri okkum var tað stuttligt at vinna ein ordiligan dyst. Nervar gjørdu, at vit spældu so illa í øðrum og triðja setti, men tey bæði síðstu setti fingu menn tveitt nervarnar av sær. Tað var gott, at vit fyri fyrstu ferð í kappingini veruliga spældu sum eitt lið, segði Fridolin Bic, venjari.
– Hetta var heilt ótrúliga strævið, men stuttligt til endans. Og hetta var ein góður dystur, sum var stuttligur at spæla. Tíverri hava vit øgiliga lágt botnstig, men tá tað riggar, sær einki út til at vera óført. Kanska eru vit allíkavæl ikki betri enn tað sama, og her hevur eisini verið stór útskifting á liðnum hjá okkum, staðfesti liðformaðurin, Ragnar í Haraldsstovu Petersen.
Tann spælarin, ið kanska skaraði mest burturúr, var samstundis elsti spælarin, Brian Poulsen, ið beint eftir dystin mátti fáa ísposar á lendarnar og eina snarviðgerð frá fysioterapeutinum, Guðrið Mortensen, sum vit kenna frá millum annað hondbóltslandsliðnum.
– Tað var ótrúliga deiligt, at vit kundu spæla ein slíkan dyst, eftir at vit taptu í gjár. Hesa ferð vóru vit aftanfyri í fimta setti, men fingu hálað okkum uppaftur, og tað ger sigurin uppaftur stuttligari, segði Brian Poulsen.