Spæliloyvini eru altavgerandi

Úrskurðurin hjá FSF í málinum um spæliloyvini hjá B36 og KÍ staðfestir, at spæliloyvini skulu vera í lagi, tá spælt verður. Og at hetta atlitið er fundamentalt í skipanini av føroyskum fótbólti

Spæliloyvi

Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Bjarki Mohr, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, hevði verið ein av teimum, sum róu framundir, at B36 og KÍ kanska áttu at verið revsað umsitingarliga, heldur enn dømd at tapa dystirnar.
Bjarki vildi tó ikki gera nakrar sum helst viðmerkingar til málið, fyrr enn hann hevði kunnað feløgini, men mikumorgunin var hann fúsur at gera viðmerkingar.
- Tað er eingin loyna, at eg haldi revsingina hjá feløgunum vera harða, men samstundis bakki eg dómin upp. Tað er jú starvsnevndin, sum hevur tikið avgerðina, og henni eri eg partur av, staðfestir Bjarki.

Eru grundleggjandi
Í úrskurðinum hjá FSF verður sagt, at spæliloyvini eru av fundamentalum týdningi í føroysku fótbóltsskipanini, og at hetta vigar meira, enn tað at brotið er framt av gáloysni heldur enn beráddum huga. Og spurdur beinleiðis um hetta, staðfestir Bjarki, at hetta var ein av høvuðsorsøkunum til niðurstøðuna.
- Bæði í kappingarnevndini og í FSF verður sagt bart út, at feløgini ikki hava framt brotið við vilja. Men siðvenjan fyri mál um vantandi spæliloyvi, staðfestir, at hetta verður revsað við at tapa dyst. Saman við altjóða praksis er hetta tað, sum vit hava givið størstu vektina í okkara viðgerð.


Fegin um viðgerðina
Samstundis, so leggur Bjarki tó dent á, at hann er fegin um, at málið fekk somikið drúgva viðgerð, áðrenn endaligi úrskurðurin fyrilá.
- Sjálvur eri eg av teirri fatan, at vit í størstan mun eiga at fylgja vanligum rættarpraksis. Eingi mál eru eins, og tí er umráðandi, at vit fáa lýst hesi væl, áðrenn endalig støða verður tikin. Málið varð lýst frá A til Z, og nógv góð og saklig argumentir vórðu førd fram bæði fyri og ímóti feløgunum.
Men ein somikið drúgv viðgerð. Kann hon benda á, at FSF í framtíðini fer at bloyta reglurnar um spæliloyvi upp?
- Tað haldi eg ikki. Tvørtur ímóti hevur dómurin staðfest, at spæliloyvið skal vera í lagi. Talan er um groft brot á reglurnar, um hetta ikki er so, og tað er nú staðfest, at hetta verður revsað, hóast talan ikki er um tilætlað brot, staðfestir Bjarki Mohr at enda.