Spælir fyrstu ferð í tvey ár

25 ára gamli vongverjin hevur ikki verið á landsliðnum síðani í oktober 2017

Hann hevur verið nógv darvaður av skaðum, men nú er hann fullbirgur, og í dag fer hann fyri fyrstu ferð í tvey ár at spæla á føroyska landsliðnum.

Talan er um Ára Mohr Jonsson, sum síðani í fjør hevur umboðað Sandnes Ulf í næstbestu norsku deildini. Har hevur hann spælt 16 dystir. Ári var 18 ára gamal, tá ið hann fór til Silkeborg IF at royna seg. Skaðar darvaðu, og hann var skrásettur fyri at hava spælt átta dystir, áðrenn hann í 2016 flutti aftur í barndómsfelagið HB, har hann spældi 41 dystir í 2016 og 2017, áðrenn hann fór til Noregs at royna seg.

Ári Mohr Jónsson hevur spælt nógv á yngru landsliðunum. Sambært faroesoccer.com var hann í 2009 og 2010 13 ferðir á U-19 landsliðnum, og í 2014-2016 var hann sjey ferðir á U-21 landsliðnum.

Longu fyri meiri enn seks árum síðani var Ári Mohr Jónsson fyrstu ferð á landsliðnum. Hann var 18 ára gamal, tá ið hann 7. juni í 2013 spældi allan dystin á tamb, tá ið Føroyar í Dublin taptu 3-0 í M undankappingardysti ímóti Írlandi.

Tað restaði eitt korter, tá ið hann varð skiftur inn í EM undankappingardystinum á heimavølli ímóti Finnlandi 7. september í 2014. Finnland vann 3-1.

Síðsta ferðin, at Ári Mohr Jónsson var á landsliðnum, var fyri tveimum árum síðani, tá ið Føroyar taptu sera tepurt 1-0 í HM undankappingardysti á útivølli ímóti Ungarn.

Í fyrsta dystinum, eftir at hann í fjør var fluttur til Sandnes Ulf, var Ári illa skaddur, tá ið hann sleit krossbandið.

Nú er Ári Mohr Jónsson av álvara komin fyri seg. Klokkan 17 í dag verður hann aftur millum teir fyrstu ellivu, tá ið Føroyar og Norra hittast í EM undankappingardysti í Oslo.