Spæl føroyskt á G!

Aftur í ár er G! við til at hátíðarhalda spæl føroyskt vikuna.

 

Útlendsku nøvnini fylla nógv í prátinum gjøgnum árið, men hesa vikuna verður fokusið sett á føroysk nøvn. Og føroysk nøvn hava avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi løtur.

Summi eru ung, onnur tilkomin. Summi spæla mest úti í heimi og onnur mest her heima. 

Hvør fuglur syngur við sínum nevi, og vit eru errin av øllum. Tónleikaríkidømið er sanniliga stórt í hesum landi.

Sjey føroysk nøvn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Einangran, Knút og Eivør.

Fylg við á gfestival.fo, tí hvønn morgun hesa vikuna kunnger G! eitt spennandi føroyskt tónleikanavn. 

 

Tíðindaskriv frá G!