Spæla í Sørvági leygarkvøldið

Nú er eisini dysturin millum 07 Vestur og B36 framskundaður

Fyrr í dag varð upplýst, at tveir av dystunum í 25. umfari í fótbóltslandskappingini vóru framskundaðir so at fyrsta bríksl heldur enn sunnudagin klokkan 15, verður leygardagin klokkan 15. Talan var um B68 – AB og Skála – EB/Streym.

 

Í kvøld verður boðað frá at avgerð er tikin um, at ein av hinum trimum dystunum eisini er framskundaður til leygardagin. Talan er um dystin í Sørvági, har 07 Vestur fær vitjan av B36.

 

Heldur ófantaligu veðurforsagnirnar hava við sær, at vit í samráð við 07 Vestur hava gjørt av at framskunda dystin. Nýggja ásetingin er, at dysturin verður spældur leygarkvøldið klokkan 18, verður sagt á facebooksíðuni hjá B36 stuðlum.

 

-

 

25. umfar

 

Leygardagin 8. oktober

 

B68 – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

Skála – EB/Streymur: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00

 

07 Vestur – B36: Bjarki Danielsen kl. 18.00

 

Sunnudagin 9. oktober

 

KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

Víkingur – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

-

 

24212063768
Víkingur241635632351
HB241545502549
B36241149472437
EB/Streymur23959304132
B68247314334724
AB247314316224
07 Vestur236512265623
NSÍ246315275121
Skála24161722569