Spæla um stóra stórsteypið í Evropa

Super Cup: Real Madrid tekur móti Eintracht Frankfurt í stóra stórsteypadystinum

Í kvøld verður stóri stórsteypadysturin í Evropa, tá meistararnir frá Champions League og Europa League møtast. Dysturin er millum Real Madrid og týska Eintracht Frankfurt, sum vann Europa League.

 

Hetta er ein endurtøka av Champions League finaluni – tá nevnt Europa Cup – frá 1960. Real Madrid vann 7-3. Sermerkt við finaluni var, at Alfredo Di Stéfano skoraði hattrik, og Ferenc Puskás skroaði ikki færri enn fýra mál. Tað var fimti sigurin upp í slag hjá Real Madrid í kappingini.

 

Dysturin í kvøld verður á olympiska leikvøllinum í Helsinki í Finnlandi. Real Madrid er stórfavorittur. Teir vunnu bæði sponsku landskappingina og Champions League farna kappingarár, og hava lagt bæði verjuspælaran Antonio Rüdiger og stórtalentið Aurélien Tchouaméni afturat hópinum.

 

Fyri Eintracht Frankfurt var sigurin í Europa League so stórt, sum tað næstan kann blíva í Evropa. Felagið hevði eitt av sínum heilt góðu kappingarárum farna kappingarár, men prísurin er at stjørnuspælari, Filip Kostić, er seldur til Juventus.

 

Eintracht Frankfurt byrjaði eisini kappingarárið illa. Teir taptu heili 6-1 móti Bayern Munchen. Kappingarárið í Spania byrjar komandi vikuskiftið.

 

Væntandi uppstillingar:

 

Real Madrid: Courtois; Carvajal, Éder Militão, Alaba, Mendy: Kroos, Casemiro, Modrić: Valverde, Benzema, Vinícius Júnior

 

Frankfurt: Trapp; Touré, Tuta, N'Dicka; Knauff, Sow, Rode, Lenz; Kamada, Götze; Borré