Spælarar ræðast FIFA: Einki ælabogalit liðskiparaband

HM 2022: Sjey evropisk lond hava boðað frá, at tey ræðast ítróttarligar revsingar og velja ælabogalitta liskiparabandið frá

Mynd: (Scanpix) Liðskiparabandið hjá Harry Kane í dag. Burtur er boðskapurin "One Love"

Í gjár byrjaði mest umstrídda HM-endaspælið í nýggjari tíð. Ekvador vann 2-0 á Katar. Ein av umstríddu evnunum er málið um ælabogaliðskiparabandið. Katar viðurkennur ikki samkynd og LGBT+ umhvørvið.

 

Hetta hevur verið umstídd og fylt nógv í fjølmiðlunum upp til kappingarbyrjan. Myndugleikarnir í Katar hava boðað frá, at allir samfelagsbólkar eru vælkominir, men at tað verður illa sæð, um tú vísur kærleika alment.

 

Í samkenslu við LBGT+ umhvørvið hava Wales, Holland, Belgia, Ongland, Frakland, Týskland og Sveis spælt við einum ælabogalittum liðskiparabandið, men nú hevur FIFA boðað frá ítóttarligum revsingum til spælarar, sum brúka ælabogalit liðskiparaband.

 

Í eini felagsyvirlýsing hava hesi sjey londini nú boðað frá, at tey ikki fara at spæla við ælabogalittum liðskiparabandið. Hetta hendi stutt fyri, at Onglandi skuldi á vøllin móti Iran í dag. Úr donsku leguni verður víst ónøgd við avgerðina hjá FIFA, men tað verður ásannað at ítróttarliga revsingin, sum er eitt gult kort til liðskiparan, er ov stór.

 

Tað verður eisini víst á, at FIFA hevur bíðað til í evstu løtu við at koma við kunngerðini. Tað var tað sama við øl søluni, sum er bannað kring leikvøllirnar. Tann kunngerðin kom eisini beint fyri fyrsta dystin. Hartil passar boðskapurin illa við røðuni hjá FIFA forsetanum, Gianni Infantino, við merkisverdu røðuni fyri nøkrum døgum síðani.

 

Viðmerkjarar hjá danska DR siga seg skilja avgerðina hjá danska landsliðnum, at velja ælabogaliðskiparabandið frá, tá tað hevur ítróttarligar avleiðingar. Onnur hava víst á, at tað er ein lítil prísur at rinda fyri ein so sterkan boðskap um grundleggjandi rættindir.

 

Ein teirra er enska Alex Scott, sum er fyrrverandi enskur landsliðsspælari og nú viðmerkjari hjá BBC. Í upptaktini til dystin millum Ongland og Iran tók hon eitt ælabogalitt liðskiparaband á í mótmæli til útmeldingina hjá FIFA.

 

Mynd: (Scanpix) Liðskiparabandið hjá Harry Kane í dag. Burtur er boðskapurin "One Love"

Mynd: (The FA/England) Hetta er liðskiparabandið, sum FIFA ætlar at revsa liðskipararnar fyri