Hondina á hjartað. Tey mundu vera mong, sum í sínum stilla sinni roknaðu við, at fótbóltslandsliðið leygardagin fór at fáa ein sovornan avsmurning, sum tað ikki hevði fingið áður. Teir størstu higartil vóru uppá sjey mál ? 0-7 ímóti Jugoslavia, Rumenia og Noregi og 1-8 ímóti nýggja Jugoslavia ? og tá sponsk bløð meiri enn róðu uppundir, at spanska sigursmetið, sum higartil var 12-1 ímóti Malta í 1983, hesa ferð fór at verða tikið, so var tað neyvan so langt frá tí, sum summir føroyingar kvíddu fyri.
Og so gekk tað beint mótsatt av tí, sum tey, ið hildu seg vera realistisk, hildu seg síggja í havsbrúnni.
Jens Martin Knudsen fekk rætt, tá hann í leygardagsblaðnum spáddi, at tað fór ikki at verða skrædl. Royndirnar fóru at koma føroyingunum í kókandi ketlinum til góða, og veteranmálverjin vísti seg at hava grein í sínum máli.
Avrikið hjá føroysku amatørunum ímóti mega fótbóltsstjørnunum úr Barcelona og Real Madrid var framúr. Allir átjan spælararnir í føroyska hópinum tjena um árið neyvan meiri enn eina mánaðarløn hjá lægstlønta spanska landsliðsmanninum, men tað sást ikki inni á vøllinum.
Ætlanin brast
Gamaní høvdu spaniólar bóltin nógv meiri, men teir spældu onga løtu føroyingarnar út av vøllinum, og upplagdu málmøguleikarnir kunnu teljast á fingrunum.
Ein partur av frágreiðingini um, at munurin ikki gjørdist meiri eyðsýndur, var, at spaniumenn ikki megnaðu at seta ferðina upp. Á Svangaskarði settu teir úr triðja og í fjóðra og kanska fimta gear, eftir at føroyingar tíðliga í 2. hálvleiki høvdu javnað til 1-1, men tað gjørdu teir ongantíð í Gijón. Ætlanin var, at Aguilera úti í høgru, og Sergi í vinstru skuldu renna føroysku verjuna sundur og saman og senda krossbóltar í brotsteigin, men tað megnaðu teir ongantíð, og so vórðu Oli, Pizzi og Raul, sum fyri tað mesta vóru teir, ið søktu inn í brotsteigin ikki so vandamiklir, sum roknast kundi við, at stjørnur úr Real Madrid og Barcelona eiga at vera.
Sannførandi liðavrik
At spaniumenn ikki megnaðu at seta seg á spæl og umseta til mál, tænti føroyingum til almiklan sóma.
Longu fyrstu tíggju minuttirnar vóru ábendingar um, at hetta fór at vera eitt stríð, har umboðini fyri pinkutjóðina úr Atlantshavinum fóru at hava ein fingur við í undirhaldinum. Spurningurin var bara, nær kreftirnar fóru at ganga undan.
Og meðan minuttur datt av minutti, gjørdist tað greitt, at føroyingar orkaðu. Spádómurin hjá Jens Martini Knudsen í leygardagsblaðnum um, at hesa ferð vóru spælararnir nógv betri fyri, enn teir vóru fyrst í septembur í fjør, tá tað skrædnaði síðsta hálva tíman ímóti Spania, varð staðfestur at vera rættur. Tað var nóg mikið til av krúti, og tað hevði aftur við sær, at allir spælararnir alla tíðina megnaðu at halda seg til tað, sum var avrátt frammanundan, og so var næstan tætt.
Umframt at spælararnir eru í betri venjing, enn teir vóru fyri trettan mánum síðani, so hevði tað eisini týdning fyri úthaldni, at mótstøðumenninir ikki skiftu so nógv pláss, sum tað onkuntíð hevur verið at sæð áður, t.d. tá okkara menn hava spælt ímóti jugoslavum, sum hava krossrunnið og hava havt so nógvar bóltyvirtøkur, at okkara viðhvørt hava kent seg ørkymlaðar.
Framúr spælskil
Satt er tað, at okkara vóru hepnir onkra ferðina, at pólverski dómarin ikki var óvinaligur ímóti okkum (Jan Dam slapp væl, tá hann gjørdi brotsspark), og at tað ongantíð stóðst skaði av blokeringum í brotsteiginum. Spaniumenn spældu seg onkra ferðina til opnar møguleikar, sum teir misnýttu, men fyri tað mesta spældu teir trongt mitt fyri, og so royndu teir av brotsteigarmarkinum við skotum, sum høvdu so nógva ferð sum kanónkúlur. Men Jens Kristian, Óli, Jan og Pól ofraðu seg fult og heilt, teir brúktu høvdu, bein og búk, og so var verri enn ilt at koma ígjøgnum.
Men størsta nyttan burturúr orkuni, sum okkara høvdu eyka hesa ferð, sást aftur í spælskilinum. Talan var fyri tað mesta um verjuspæl, men tað var bara hendinga ferðina, at okkara kendu seg kroystar at sparka burtur. Uppbakkingarnar vóru so góðar, sum sjáldan sætt áður, og tað var næstan ónæriligt ímóti heimkendu mótstøðumonnunum, at føroyingarnir serliga í 2. hálvleiki løgdu verjugarðin langt frammi á okkara hálvu.
Talan var ikki um minni enn avrik á altjóða støði, sum tolir at verða sammett við tað, fleiri av londunum, ið eru styrkismett nógv hægri enn Føroyar, hava sýnt í HM undankappingini.
Tunnligt har
frammi
Tá so nógv orka verður brúkt í verjupartinum, sigur tað seg sjálvt, at hóttanin frameftir verður nógv minni. Julian Johnsson og Jens Kristian Hansen høvdu skift um ódnir, og at Øssur Hansen ikki hevði systkinabarnið afturat sær í vinstru gjørdi ikki álopspartin sterkari í tí borðinum. John Petersen og Jan Allan Müller høvdu uppgávur í verjupartinum, og tað gjørdist ofta ov langt ímillum teir og hinar, og so spurdist einki burturúr ? heldur ikki tá møguleiki var fyri skjótálpum. Okkara menn vóru ikki so skjótir, sum Santi og Abelardo í fløtu miðverjuni hjá heimaliðnum.
Ársins mál
Tað var spell, at Spania kom á odda, tá teir fingu mál og eftir uppspælið, sum var orsøk til málið, tá 18 minuttir vóru farnir.
Okkara menn tóktust rættiliga hava fingið høvdið fyri seg, og teir høvdu fleiri ferðir spælt runt, tá Jan Dam, sum annars hevði vanliga stóra myndugleikan á aftasta manni, sendi fram ímóti John Petersen, ið var hart kroystur, spaniumenn vunnu bóltin, sum var spældur uppum Jan Dam og til ein leysan Luis Enrique, ið skoraði. At missa á handa hátt á egnari hálvu hevur so mangan víst seg at vera sera vandamikið, tí tá eru okkara á veg fram og eftiransingarnar eru ikki í lagi, og soleiðis var tað aftur hesa ferð.
2-0 málið eftir 27 minuttir kom eftir skjótt samanspæl fram eftir miðásinum, sum seinnu árini hevur verið vørumerkið hjá spaniumonnum. Raul var púra leysur ímillum fimm føroyingar, men tað var ikki hansara dagur. Hann rakti í stólpan, og Oli var fyrstur á returinum.
Og so var tað, at Jens Kristian Hansen skoraði besta málið í dystinum og ivaleyst ársins mál fyri føroyska landsliðið. Jan Allan Müller fekk eitt fríspark, Øssur Hansen sendi ov langt tvørturum, men Sergi stútaði út frá til Jens Kristian Hansen, sum staddur um brotsteigarmarkið tamdi við brynguni og sendi sera hegnisliga við kalda høgra beininum, sum ikki tóktist vera so kalt, sum vit søgdu tað at vera fríggjadagin, uppum Zubizaretta og dygst inn undir samankomingina.
Málið kom beint fyri hálvleik, og at tað var framúr góður sinniligur styrkur, sást alt tað seinna umfarið.
Tað plagar at verða sagt, at tað eru yrkisspælararnir, sum fáa fulla úrtøku. Hesa ferð høvdu føroyingar ein lítlan møguleika, og tað gav eitt mál!
Nógvar skiftingar
Javier Clemente hevði onkrar av bestu monnunum ? t.d. Alfonso, Nadal, Rios og Amavisca ? sitandi á beinkinum, men at spanski venjarin avgjørt ikki var nøgdur við bara at vera á odda við einum máli ímóti super amatørunum úr Føroyum sást bæði á andlitsbránum og á, at hann brúkti allar skiftismøguleikarnar, uttan at tað bar serliga nógv størri trýst á føroyska málið við sær.
At føroyingar stóðu seg so væl alla tíðina var ikki minst merkisvert av, at fram ímóti dystarenda restaðu ikki færri enn fimm av føstu manningini. Allan Mørkøre, Henning Jarnskor og Todi Jónsson vóru ikki við, tíðliga í 2. hálvleiki noyddist John Petersen at fara út við knæskaða, og so noyddist Øssur Hansen at lata seg skifta út, tí hann í samanstoyti varð skaddur í síðuni.
Breiddin í føroyska hópinum er størri nú, enn hon nakrantíð hevur verið. Tað ger, at stríðið um plássini á liðnum í EM undankappingini, sum stendur fyri framman, verður størri, enn tað hevur verið, og skulu vit døma út frá tí, sum varð avrikað í Gijón ímóti sættu bestu fótbóltstjóðini í heiminum, so eiga føroyingar, sum eru fótbóltshugaðir og nógvu útlendingarnir, sum hava tikið føroyska liðið at sær, nógvar góðar løtur á fótbóltsvøllum kring Europa ella frammanfyri sjónvarpsskíggjan komandi árini.
Lat fara, at spaniumenn átta minuttir fyri leiklok endiliga komu ígjøgnum í vinstru, og at Luis Enrique umvegis stólpan sendi í meskarnar. Tað hevði sæð snøggari út, um tað hevði endað 2-1, men 3-1 sigur eisini, at tøppurin ongantíð lá flatur fyri risanum.
Allan Simonsen hevði álit á sínum monnum, og teir litu á síni evni. Tí gekk tað, soleiðis sum tað gjørdi. Leingi livi føroyska fótbóltslandsliðið!