Spania víðari: Besta undirhaldið higartil

EM 2020: Spania hevur vunnið seg víðari til fjóðringsfinaluna við 5-3 sigri á Kroatia, eftir longda leiktíð

Tað var sonn málveitsla, tá Parkin í Keypamanna í dag var karmur um 1/8 finaluna millum Kroatia og Spania. Spaniólar vunnu 5-3, eftir at hava verið á odda 3-1 og Kroatia javnaði til 3-3 í evstu løtu av vanligari leiktíð.

 

Fyri seinastu ferð til hetta EM-endaspælið er Parkin karmur um ein dyst. Spania var favorittur undan dystinum, men tað var Kroatia, sum kom á odda. Talan er um helst størsta einstaka mistakið, tá spanski málverjin, Unai Simon, ikki rakti bóltin eftir afturlegging frá Pedri.

 

Spania svaraði aftur. Pablo Sarabia javnaði fyri hálvleiki, og Cesar Azpilicueta stútaði Spania á odda stutt inn í seinna hávleik. Hetta er fyrsta málið hjá Chelsea verjuspælaranum í sponsku landsliðstroyggjuni. Ferran Torres tóktist seta punktum við máli til 3-1 eitt lítið korter fyri tíð.

 

Kroatar vildu tað tó øðrvísi. Fimm minuttir fyri tíð minkaði Mislav Orsic um munin til 3-2. Í yvirtíðini sendi sami innskifti Mislav Orsic eitt framúr innlegg til Mario Pasalic, ið skallaði bóltin í málið til 3-3. Spaniólar sóu skakkir út og helst kom steðgurin undan longdu leiktíðini teimum til góðar.

 

Í longdu leiktíðini var Spania aftur omaná. Tann so nógv útskeldaði Álvaro Morata legði Spania á odda aftur, tá hann hegnisliga tamdi bóltin eftir innlegg og smekkaði bóltin í nettakið. Mikel Oyarzabal setti punktum við málið til 5-3 eftir 103 minuttir. Koratia hevði onkran kjans, men tað gav ikki fleiri mál.

 

Spania skal nú møta vinnaranum av dystinum millum Frakland og Sveis.