Spara við at bjóða prenting út

Fíggjarmálaráðið hevur spart umleið ein triðing av prentútreiðslunum við at bjóða út prentingina av fíggjarlógaruppskotinum, frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið og dagførdu fíggjarlógini.

Fyri at fáa sum mest burtur úr skattakrónunum og samstundis stimbra undir kappingina á privata vøru- og tænastumarknaðinum, hevur tað almenna skyldu at bjóða út allar almennar uppgávur, sum á nakran hátt eru egnaðar til útbjóðing á privata marknaðinum.

Fíggjarmálaráðið fer tí frameftir at bjóða út prentingina av fíggjarlógaruppskotinum, frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið og dagførdu fíggjarlógini samlað í eina útbjóðing á hvørjum ári.

Hesuferð vórðu tríggjar prentsmiðjur bodnar at koma inn við tilboði. Tilboð komu inn frá tveimum veitarum innan ásettu tíðarfreistina.

Fíggjarmálaráðið hevur síðani gjørt av, at taka av lægsta tilboðnum, sum kom frá Føroyaprent.