Fríggjadagin í komandi viku hevur Føroya Sparikassi árliga aðalfundin hjá sær. Aðalfundurin verður í B36-húsinum í Havn.
Á skránni er millum annað at heimila nevnd Sparikassans at lata peningastovninum at ognast upp til 10 prosent av egnum partabrøvnum fram til næsta ársaðalfund. Eisini skal gerast av, hvussu yvirskoti hjá Sparikassanum skal nýtast.
Føroya Sparikassi hevði eitt metgott ár í fjør við einum avlopi áðrenn skatt upp á 164,2 milliónir krónur í mun til 111,7 milliónir krónur árið fyri. Talan er um besta úrslitið hjá Sparikassanum nakrantíð.
Virksemið hjá Føroya Sparikassa er í stórum vøkstri, og í fjør komu umleið ein triðingur av inntøkunum hjá Sparikassanum frá virksemi uttan fyri Føroyar.