Sparikassin keypt fiskasølubygningin

Føroya Sparikassi hevur keypt bygningin hjá Fiskasøluni. Keypsprísurin er 19 mió. kr. Bygningurin skal setast í stand og skal eftir ætlanini verða liðugt umvældur í august 1999

Føroya Sparikassi eigur nú bygningin hjá Fiskasøluni.

Marner Jacobsen, virkandi stjóri í Føroya Sparikassa sigur, at keypsprísurin er 19 mió. kr.

Hvat skulu tit brúka hann til?

? Vit skulu brúka bygningin sjálvir. Vit hava havt ætlanir, um at byggja ein bygning uppi á Hálsi, men tá vit fingu høvið til at keypa henda bygningin í staðin, so gjørdu vit heldur tað.

Hvør var grundgevingin?

? Hetta er ein skjótari og ein bíligari loysn.

Bygningurin Yviri við Strond er 3.000 fermetrar til víddar, harav 2.000 eru innrættaðar sum skrivstovuhølir.

Ætlar Sparikassin at brúka allan bygningin sum hann er?

? Ja. Umstøðurnar hjá okkum eru ikki so góðar sum er, og tí ætlaðu vit at byggja.

? Øll umsitingin heldur til í bygninginum við Tinghúsvegin. Vinnulívsdeildin heldur til í Sverrisgøtu, meðan grannskoðanin er í bygninginum uppi við SMS, ein fjórði partur er í bygningum hjá Lands verkfrøðinginum við Tinghúsvegin, so tað er so sundurliða.

? Nú fáa vit savnað fyrisitingardeildina og vinnulívsdeildina úti við Strond.

Hvussu fer hetta at merkjast?

? Sjálvandi verða arbeiðsumstøðurnar betri, og harafturat kunnu vit bjóða kundunum eina betri tænastu, av tí at alt verður savnað á einum stað.

Marner Jacobsen sigur samstundis, at bygningurin liggur sentralt og í sera vøkrum umhvørvi. Tað ger tað bara betri, sigur hann.

Hartil eru parkeringsumstøðurnar við gamla fiskasølubygningin góðar, so tað skuldi verði lætt hjá kundunum at komi til.

Hjá avbygdafólki, sum antin skulu í Fyrisitingardeildina ella Vinnulívsdeildina, verður lagaligt at koma til.

Tey, sum koma norðaneftir, kunnu koyra oman móti Strond, frá Hoydalsvegnum. Tá koma tey beinleiðis til bygningin.


Niðurslitin

Tað var Føroya Fiskasøla sum bygdi bygningin í 1978. Ein partur, í trimum hæddum, var innrættaður sum skrivstovur.

Hin parturin var innrættaður sum goymsla.

Fyrst í 80-árunum løgdu teir dekk í henda partin, soleiðis at ovara hæddin varð gjørd til skrivstovuhølir, meðan restin var verandi sum goymsla.

Vit spurdu Marner Jacobsen, hvørjum standi bygningurin er í.

? Hann er niðurslitin og skal tí umvælast. Tað arbeiði ætla vit at seta í gongd sum skjótast.

? Vit hava avtalað við Fiskasøluna, at teir kunnu verða í bygninginum eina tíð enn, og hesum mugu vit taka hædd fyri, tá umvælingararbeiði fer í gongd.

Nær er ætlanin at flyta inn?

? Vit ætla at flyta inn í bygningin í august í 1999.

Var Sparikassin farin undir byggiætlanina, so varð tann bygningurin ikki liðugur fyrr enn í 2002, so her hevur Sparikassin vunnið trý ár.

Marner Jacobsen sigur eisini, at tað sjálvandi er bíligari at keypa ein standandi bygning, heldur enn at byggja ein nýggjan.

Tað flyta sløk 60 fólk inn í bygningin, tá hann er klárur.


Goymslu í kjallaranum

Sparikassin fær nokk av goymsluplássi í nýggja bygninginum við Strond.

? Goymslan í niðasta partinum er 1.000 fermetrar til víddar, so har er gott pláss. Vit kunnu antin brúka tað sum goymslu, ella innrættað tað til skrivstovur, um vit hava tørv fyri tí. Men tað hava vit ikki sum er.

Bygningurin var ikki lýstur til sølu, men Sparikassin setti seg í samband við Fiskasøluna fyri at hoyra, um teir vóru áhugaðir at selja.

Og tað vóru teir. Virksemi hjá Fiskasøluni er ikki so stórt sum tað var, fyri nøkrum árum síðani, og tí varð ríkiliga rúmsátt hjá teimum.

Fiskavirking og Framtaksgrunnurin hava eisini hildið til í bygninginum Yviri við Strond.

Fiskavirking hevur flutt alt sítt virksemi út á Vestaru bryggju, har Bacalao helt til frammanundan, men Framtaksgrunnurin er í bygninginum enn.

Hesi fara nú at leita eftir øðrum hóskandi hølum aðrastaðni í býnum. Men teimum nýtist ikki at leypa framav. Teir hava jú avtalu við sparikassan, um at verða í bygninginum fyribils.