Sparingarnar á Landssjúkrahúsinum enn einaferð

Fyri nøkrum árum síðani varð eg uppringd av útvarpinum og biðin um at úttala meg um sparingarnar á Landssjúkrahúsinum, nú nakrar deildir skuldu latast aftur vegna sparingar.
Grundgevingin tá var, at nýggi heilivágurin til eitt nú gikt og sclerosu var so dýrur, at fíggjarætlanin ikki helt.

Eg legði tá áherðslu á, at tað er ein sjálvfylgja, at fólk ynskja ta bestu viðgerðina, tá heilivágur er tøkur, sum kann gera lívið liviligt fyri hesi fólk, og tí kann onki annað góðtakast enn, at peningur verður settur av til henda heilivág.
Og søgan endurtekur seg nú aftur. Enn einaferð fær Føroya fólk at vita, at sparast skulu 10 mill á Landssjúkrahúsinum, og enn einaferð verður orsøkin søgd at vera, at viðgerðin fyri krabbamein, gikt og sclerosu eru munandi dýrari enn væntað. Samstundis verður víst á, at tað verður neyðugt at stongja deildir og spara burtur allar ikki bráðfeingis skurðviðgerðir, so sum knø og mjadnar, tí peningurin er uppi. At seta bólkar upp ímóti hvørjum øðrum á henda er sera óvirðiligt og viðførir m.a. at fólk, ið frammanundan hava sjúku at dragast við nú eisini skulu dragast við ábyrgdar- og skuldarkenslu orsaka av avleiðingunum av sparingunum.
Heiligvágurin, ið talan er um, hevur sera stóran og avgerandi týdning fyri, hvussu sjúkan hjá fólki við sclerosu og gikt útviklar seg. Harumframt økir tað týðiliga um lívsgóðskuna. Tá sjúkrahúsið veit, at tilgongdin bara økist til at fáa umrødda dýra heilivág, og sum fólk ikki kunna liva uttan, so eigur leiðslan at taka hædd fyri tí longu tá fíggjarætlanin verður løgd í byrjanini árinum.
Nógv verður gjørt fyri at granska innan medicinska økið, og nógvur peningur verður settur í ymiskar verkætlanir fyri at finna fram til heilivág, sum kann bøta um heilsustøðuna. Í Føroyum hava vit eisini sett á stovn granskingarpark, og fara vit í framtíðini at brúka nógvan pening til at granska innan sjúkur umframt at bjóða okkum fram á altjóða pallinum innan gransking. Hettar inniber, at nýggj og betri viðgerðartilboð støðugt vilja leggjast afturat og harvið økist fíggjarliga trýstið uppaftur meira. Tað setur tí krøv til politiska myndugleikan um at seta út í kortið, hvussu føroyska heilsuverkið skal raðfesta. Tí eigur eitt politiskt kjak at vera um, hvat vit ynskja og hava møguleika fyri at viðgera og gjalda fyri í framtíðini.
At enda vil eg heita á leiðsluna á Landsjúkrahúsinum at vara seg fyri at peika ávísar bólkar út sum orsøk til at steingja deildir og útseta skurðviðgerðir fyri onnur. Eg vil eisini heita á landsins politikarar at taka upp kjakið um, hvat vit ynskja okkara heilsuverk skal taka sær av og hvørji viðgerðartilboð skulu vera, fyri síðan at bera kostnaðin av tí.