Hoydalar: Tað er ein vanligur mánadagur í skúlanum í Hoydølum. Allir flokkarnir eru upptiknir við sínum lærugreinum.
Í 2. A í málsligu deildini hava tey týskt tann seinasta tíman. Summi halda hetta vera eina spennandi lærugrein, meðan onnur sita bara og bíða eftir at hesin tímin skal enda.
Tá mitt í tímanum hendir tað púrasta óvæntaða, - tað sum eingin teirra hevði havt minstan varhugan av: Inn kemur rektarin, Mads A. Winther.
Hann hevur eitt álvarsligt andlitsbragd. Tað er týðiligt, at hann ikki kennir seg alt ov væl til passar, og tykist hava lítlan hug at siga tað, sum hann nú skal siga.
Næmingarnir hava ikki minstu fatan av, hvat er á vási. Onkur hugsar kanska, at nú skal onkur næmingur sáldast frá, áðrenn royndirnar byrja. Men nei ? boðskapur hansara er álvarsamari enn so:
Hann hevur fingið eitt bræv frá Mentamálaráðnum, sum hann fegin vil kunna næmingarnar um, áðrenn teir hoyra tað sum slatur:
- Tykkara flokkur verður býttur í trý komandi skúlaár!
Frystipunktið
Bumban er brostin. Næmingarnir sita sum lamslignir, tí hetta høvdu teir als ikki væntað.
Rektarin greiðir teimum frá innihaldinum í brævinum og annað í tí sambandinum. Hann spyr um nakar í flokkinum hevur nakrar spurningar til hansara. Onkur spyr onkran spurning, og onkur kemur við einum uppskoti til eina aðra loysn enn júst hana, sum ovasti skúlamyndugleikin hevur valt.
Men tey eru sum sligin í stein, tí var tað nakað tey ikki ynsktu, ella ikki ynsktu at hoyra, so var tað júst tað, at flokkur teirra skuldi fara í trý.
Eina løtu seinni fer rektarin út úr flokkinum, og nú kemur reaktiónin frá næmingunum. Øll eru sum vera man kedd um boðini frá Mentamálaráðnum, og sum boðberari teirra, Mads nú hevur greitt teimum frá.
Fleiri teirra byrja at gráta og stemningurin er avgjørt niðri á frystipunktinum restina av tímanum. Undirvísingin steðgar beinanvegin, tí alt tað sum eitur konsentrasjón er burtur.
Vilja stríðast
Tað tóktist sum alt steðgaði upp hjá teimum. Eingin hevði heldur hug at fara til hús aftaná ? tí, hvat skuldu tey gera har heimi? Skúlatingini til næsta dag kunnu renna og skríða. Nei, nú ráddi um at standa saman og berjast.
Onkur í flokkinum visti nevniliga, at ein annar flokkur hevði fingið sama boðskapin eitt árið herfyri. Tey høvdu tikið seg saman, høvdu skrivað brøv, savnað inn undirskriftir og høvdu veruliga stríðst fyri sakini. Úrslitið av hesum gjørdist, at flokkurin varð ikki koyrdur sundur. So her var ein ávísur møguleiki, hóast alt.
Hóast tey í 2. A vóru tikin fullkomuliga á bóli mánadagin, so ætla sær kortini ikki at gevast á hondum. Tey ætla sær somuleiðis at berjast fyri síni søk.
Timingin
Hetta skuldi annars verða ein so góð og spennandi vika. Lagið var gott mánamorgunin, og við spenningi sóu tey fram til royndirnar sum byrja hósdagin.
Ístaðin fekk vikan ta ringast hugsaðu byrjanina, tá hesi syrgiligu, ófrættakendu og lítið hugaligu tíðindini bórust teimum seinnapartin mánadagin.
Týsmorgunin var lagið lítið frægari, tá Sosialurin vitjaði flokkin. Tey vóru beint tá á veg til ein lestrarvegleiðara fyri at spyrja, um nakað var at gera í málinum.
- Hetta var ordiliga keðiligt, tí vit hava havt eitt so øgiliga gott samanhald. Vit hava kanska ikki altíð verið so arbeiðssom, men vit hava havt tað sera, sera gott saman, sigur ein av gentunum í flokkinum.
Ein onnur tekur undir við henni beinanvegin, og spyr, hvat politikkarnir hugsa fyri sær: Teir tosa um Føroyar sum verðins besta samfelag í 2015, samstundis sum teir oyðileggja skúlan fyri tey og teirra flokk.
Svarið í vindinum
Sambært ætlanini verða næmingarnir í 2.A býttir sundir og fluttir í hinar tríggjar flokkarnar á málsligu deild.
Men av tí at ein næmingur verður í avlopi, er ikki óhugsandi, at hesin næmingurin má allan vegin yvir í matematisku deild at ganga seinasta skúlaárið í Hoydølum.
Enn er tó ikki avgjørt, hvør næmingur fer í hvønn flokkin, og hvør hesin eini næmingurin er, sum møguliga má skifta lestrarhest.
Rektarin spurdi um tey sjálvi vóru hugað at finna fram til hetta býtið, men tað fór helst at gerast ein alt ov tung uppgáva fyri tey.
Svarið uppá henda spurningin og hesa truplu uppgávuna blaktar tí framvegis í skúlapolitiska vindinum.
Splittað sundur
Fyri næmingarnar í 2.A var hetta tað ringasta sum kundi henda. Spurningurin er nú, hvat tey fara at gera.
Tann fyrsta reaktiónin hjá onkrum teirra var, at tey snøgt sagt bara fóru úr skúlanum. Onkur hevði hug at ganga 2. árið umaftur, soleiðis at viðkomandi kundi fáa tvey ár saman við sínum nýggja flokki.
-Veitst tú hvat ? tað er líkasum sum øll studentatíðin er oyðiløgd. Nú verða vit splittað sundur, og tað hendir nú, og júst nú, ið vit skulu fyrireika okkum at fara í 3. g.
-Tað er akkurát sum eg longu nú havi bestan hugin bara at gloyma alt um hesi árini í Hoydølum, sigur ein genta.
Studentabílat og húgvan
Hon fær undirtøku frá fleiri av hinum, sum somuleiðis hava mist allan hugin til víðari skúlagongd beint nú ? og tað einans tveir dagar áðrenn royndirnar skulu byrja.
-Eg hevði so glett meg til at gerast studentur saman við hinum í flokkinum næsta ár. At fáa húgvuna á høvdið saman við teimum. At skula taka eina felagsmynd av flokkinum, sum skuldi hanga á vegginum, og síðani at gera okkara egnu t-skjúrtur við øllum nøvnunum á. Men gakk!
-Nú skal eg knappliga uppá eina studentamynd saman við næmingum, sum eg ikki kenni. Nei, tað er lítið hugaligt at ganga í skúla beint nú, sigur hon.
Her er kortini eingin ivi: Lagið er í botni!