Sparkaður í andlitið

Ein maður er skuldsettur fyri harðskap

Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri harðskap eftir eina hending í miðbýnum í Havn.

 

Tveir mans komu til ilnar og tað endaði við, at annar maðurin sparkaði hin í andlitið. Maðurin, sum varð sparkaður, meldaði tilburðin og hann var eisini á Landssjúkrahúsinum til kanningar. Hann fekk merki í andlitið, men annars ongan skaða.

 

Løgreglan hevur avhoyrt mannin, og vitni. Tey vita, hvør maðurin, sum sparkaði, er, og hann skal eisini avhoyrast.

 

Annars varð ein maður handtikin fyri húsaófrið. Fólkið rundan um hann, vóru so bangin fyri honum, at tey ringdu eftir løgregluni.

 

Maðurin varð handtikin og førdur norður í varðhaldið í Klaksvík at sova rúsin av sær og at kólna aftur.

 

Í morgun hevur hann so fingið ein ferðaseðil til Bygdaleiðir, so at hann sleppur heim aftur.