Fríggjadagin varð nýggi sparkivøllurin i Haldórsvík tikiní nýtslu. Magnus á Stongum, nevndarlimur í FSF, handaði Sunda kommunu fótbóltsvøllin, sum er tann fjórði í eini røð av vøllum, sum skulu gerast kring landið. Ætlanin er, at 40 sparkivøllir skulu gerast í Føroyum fram til 2008. Ætlanin er eitt samstarv millum FSF, UEFA, FIFA, kommunur og onnur í Føroyum. Sparkivøllurin í Haldórsvík liggur við skúlan.