Hóast lítið hevur verið at hoyrt frá G! Festivalinum í ár, verður skjótt sett ferð á, sigur fyriskiparin.
Seinastu vikurnar hava fyriskiparirnir av G! festivalinum havt úr at gera við heimasíðuni. Men nú vóna tey, at tey kunnu avdúka eitt spennandi navn í næstu viku, samstundis sum tey lansera nýggju heimasíðuna.
- Vit eru øgiliga spent, men eg tori ikki at avdúka nakað, fyrr enn eg havi kontraktina upp á pláss, sigur Fred Ruddick, sum er fyriskipari og nýggjur kreativur stjóri hjá G! festivalinum.
Sambært fyriskiparinum er talan um eitt vælkent altjóða navn.
- Eg vóni og vænti, at hetta navnið fer at lokka nógv fólk til, sigur Fred Ruddick.
Inntil víðari eru 7 nøvn kunngjørd. Umframt Anniku Hoydal og Eivør, eru eisini hesir bólkarnir kunngjørdir:
Songhoy Blues: https://youtu.be/KvGsV8Trl8o
Steve 'n' Seagulls:
The Hot 8 Brass Band:
Lucy Rose:
Dub Phizix & Strategy: