Spennandi fjórðingsfinalur

Lutakastið um fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið var fríggjamorgunin, og líkt er til, at talan verður um fýra spennandi fótbóltsdystir

Løgmanssteyp


Ein dystur millum oddaliðini frá undanfarna kappingarári. Ein dystur millum tvey av liðunum, sum undan hesum árinum hava dubbað seg mest. Ein dystur millum eitt KÍ lið, sum eingin rættiliga kennir styrkina á og eitt sterkt aðru deildarlið, og at enda ein lokaluppgerð í Eysturoynni.

Soleiðis lagaði tað seg í stuttum, tá lutur varð kastaður um dystirnar í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, sum fór fram í Studio 5 hjá Útvarpinum fríggjamorgunin.


Spennandi dystir

Sostatt er líkt til, at talan verður um nakrar sera spennandi dystir sunnudagin, tá tær fýra fjórðingsfinalurnar verða blástar ígongd.

HB og VB lógu meginapartinum av árinum í fjør lið um lið í landskappingini, og tá báðir dystirnir millum liðini endaðu javnir, tykist talan her at vera um ein sera spennandi dyst. Hinvegin vann HB stórt, tá liðini hittust í steypakappingini, og steypasiðvenjan hjá HB ger eisini, at teir helst mugu roknast fyri favorittar í hesum dysti.

Á Toftum spæla B68 og B36, og hetta tykist eisini at gerast ein spennandi dystur. Undan árinum hava bæði feløgini spent bogan høgt, men enn tykist bert B68 at hava sýnt nakað, sum bendir á ein leiklut í oddinum. Hinvegin hevur B36 seinnu árini staðið seg væl á Toftum, so alt má metast sum púra opið undan hesum dystinum.

Í Klaksvík má KÍ metast sum favorittur móti ÍF, men tó ikki meira enn so, at fuglfirðingarnir væl kunnu gera ein vørr. KÍ tykist enn ikki hava funnið rætta stevið, men hinvegin er Tomislav Sivic vanur við at royna eitt sindur av hvørjum í bólkaspælinum, so tað kann væl verða, at vit nú fara at síggja eitt meira málrættað KÍ lið.

Seinasti dysturin verður í Runavík, har GÍ vanliga hevur gott tak á lokaluppgerðini, men í ár tykjast runavíkingar tó at vera heldur betri fyri. Spurningurin er tó, um hetta fer at røkka móti GÍ, tí sum sagt, so hava teir vanliga sera gott tak á runavíkingum, eins teir hava verið sera drúgvir í steypahøpi, so alt í alt tykist talan at vera um fýra sera opnar hálvfinalur.


Dystirnir eru hesir:

dystur dómari

HB-VB Súni Johansen

B68-B36 Lassin Isaksen

KÍ-ÍF Oddmar Andreasen

NSÍ-GÍ Petur Hansen


Í hálvfinalunum skulu vinnararnir av fjórðingsfinalunum leika soleiðis yvir tveir dystir. Fyrst nevnda liðið eigur heimavøll í fyrra dystinum:

KÍ/ÍF-NSÍ/GÍ

B68/B36-HB-VB