Spennandi ráðstevna í Løkshøll

Nýhugsan og búskaparvøkstur. Tað er líka sum aðaltátturin á forvitnisligari vinnuráðstevnu, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri í Løkshøll í Runavík hósdagin. Norðurlendska vælferðarsamfelagið fær komandi árini stórar avbjóðingar. Skattatrýstið í skandinavisku londunum eru millum heimsins hægstu. Tó megna londini ikki at gjalda fyri ta væntaðu vælferðina.

Hósdagin klokkan 10 byrjar vinnuráðstevnan, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri, og sambært skránni endar ráðstevnan klokkan 15.

Heitið á ráðstevnuni er ?Estiski vakstrarmyndilin - lágur skattur, útlendskar íløgur, einki hall?.

Fyrilestrarhaldarar verða estiski fíggjarmálaráðharrin, Hr. Jurgin Ligi, Jens Christiansen frá dansk-estiska vinnuráðnum og Hartvig Joensen, sum starvast hjá Havsbrún.

Roynt verður at svara spurninginum, hvussu stjórnirnar í ymisku londunum eiga at møta avbjóðingum - og er kanska neyðugt við grundleggjandi broytingum?

Ráðstevnan roynir eisini at svara hesum spurningum: 1) Hvat kunnu vit læra av Estlandi? 2) Hvør er lykilin til estisku framgongdina og 3) Hvat ger Estland fyri at eggja útlendskum íleggjarum?

Skipað verður eisini fyri kjakpaneli við eitt nú føroyskum politikarum.

Tilmelding og kunning um vinnuráðstevnuna, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag stendur aftanfyri, er á www.evf.fo