Spennandi val í Sunda Kommunu

Einki briksl og eingi gylt lyfti vóru at hoyra á veljarafundinum í Eydnuni á Oyrarbakka fríggjakvøldið. Tað merktist, at valevnini tóku nýggju avbjóðingina, nú kommurnar verða lagdar saman, í djúpasta álvara. Valevnini vóru konstruktiv í sínum framløgum, og sum ein reyður tráður á fundinum vóru orðini samansjóðing og tryggleiki at hoyra

 
 
 
 
Tað er lagt upp til eitt serstakliga spennandi val í Sunda Kommunu, nú kommurnar leggja saman.  Av teimum borgarstjórum, sum sita við ræði í verandi kommunum, stilla fimm upp til bygdaráðið í nýggju felagskommununi.
Spenningurin upp undir valið sást eisini aftur í stóru fjøldini, um 250 fólk, sum vóru komin í Eydnuna á Oyrarbakka at hoyra, hvat valevnini høvdu at bjóða uppá.
Øll valevnini vóru samd um, at í nýggju felagskommuni, skuldu allir borgararnir hava somu sømdir.
Lars Gunnar Dahl Olsen, borgarstjóri í Saksun, tosaði um samferðsluviðurskiftini og vísti á, at eitt gott busssamband er neyðugt, fyri at allir borgararnir í kommununi skulu kunna hava somu møguleikar. 
Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík, segði, at nýggi kommunubygnaðurin er leiðin, sum skal føra fram til nútíðarsamfelagið.
Sofus D. Johannensen, borgarstjóri við Gjógv, segði, at hann onga løtu ivast í, at kommunurnar saman hava stórar møguleikar, men at tað krevur politikarar, sum hava hug og evnir at samansjóða allar bygdirnar.
Árni Dam, borgarstjóri í verandi Sunda Kommunu, kom í seinna innleggi sínum við eini sterkari appel til tey ungu:
?Trúgvið upp á tykkum sjálvi og tykkara hugskot! So leingi tit hava heilsuna, kunnu tit alt. Góðtakið ikki altíð eitt nei, og havi sjálvsálit og tað áræði, ið skal til. Hesin hugburður hevur ført heimin frameftir og kemur eisini at føra hetta økið fram, bæði vinnuliga, ítróttarliga og á annan hátt.?
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Hvalvíkar kommunu, legði dent á, at tað er sera umráðandi, at allir borgarar í øllum bygdunum kunnu siga, at Sunda kommuna er teirra kommuna, og at her er gott at búgva, gott at arbeiða og gott at njóta sína framtíð.

Hvussu skulu vit liva

Hvussu skulu vit liva, tá vit koma saman, spurdi øskudólgur sópunarkonuna.
Og tað vóru eisini spurningar sum slíkir, ið komu mest fram á fundinum.
Tað, sum heslt hevði størstan áhuga millum fundarfólkið, var skúli og mentan. Men eisini ferðslutrygdin var nógv við í orðaskiftinum.
Gjøgnum tær 12 bygdirnar, sum nú leggja saman, ganga nógvir kilometrar av landsvegi, sum í fleiri støðum als ikki er nóg tryggur at ferðast eftir. Í ti sambandinum høvdu fundarfólkini fleiri spurningar, og tað var týðiligt, at hetta er nakað, sum upptekur fólkið í økinum nógv.
Veljarafundurin á Oyrarbakka var bæði góður og siðiligur - og hvat kundi tú vænta annað, tá sjálvur løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, varð settur at stýra fundinum.
 
 
 
Hesar 12 bygdirnar í teimum seks verandi kommununum, leggja nú saman í eina, sum fær navnið, Sunda Kommuna. Í bygdunum búgva góð 1500 fólk, harav smá 1100 hava atkvøðurætt til valið hesaferð. 37 valevni bjóða seg fram at stýra nýggju kommununi komandi 4 árini
 
Hósvík
Hvalvík
Streymnes
Saksun
Nesvík
Langasandur
Haldórsvík
Tjørnuvík
Oyri
Oyrarbakki
Norðskáli
Gjógv