Sum tølini í yvirlitinum á hesum síðum vísa, er føroyski útflutningurin til Russlands vaksin ógvusligt seinastu árini. Fyri tíggju árum síðani, í 2004, útfluttu Føroyar fyri 23,7 milliónir krónur til Russlands. Síðani er føroyska útflutningsvirðið vaksið við hundrað og øðrum hundrað milliónum, soleiðis at Føroyar í fjør útfluttu fyri slakar 600 milliónir krónur.
- Vit tosa um ovurhondsstór tonsatøl, men vit hava trupult við at umseta til tey til teir pengarnar, vit høvdu vónað, tá støðan er sum hon er. So kunnu vit siga, halda og meina eina rúgvu um støðuna har, men í veruleikanum vita vit einki. Tað einasta, sum vit vita, er, at vit kunnu ikki arbeiða við langtíðarætlanum, tá støðan broytist støðugt, sigur Pól Huus Sólstein, sølustjóri fyri North Pelagic.
Russland hevur stóran týdning
Hann vísir á, at Russland hevur ómetaliga stóran týdning fyri teir. Ikki minst eftir at ES-stongsulin móti føroyskum fiskaútflutningi gjørdist veruleiki.
- Beint nú er talan um eina undantaksstøðu. Tá hevur Russland ovurhondsstóran týdning. Uttan ES-bannið hevði støðan sjálvandi verið øðrvísi, men Russland hevði framvegis verið týdningarmikið, sigur sølustjórin.
Hann leggur tó aftrat, at tey fáa selt fisk til bæði Russland og Ukraina, sum støðan er beint nú.
- Men støðuga óvissan ger, at vit kunnu ikki arbeiða langsiktað. Hetta er alt annað enn gott fyri okkum. Tað besta, sum kann henda nú er, um Føroyar og ES fáa síni viðurskifti upp á pláss. Tí hetta hava vit møguleika at ávirka. Hvat hendir millum Russland og Ukraina, kunnu vit einki gera við, ger Pól Huus Sólstein greitt.
Tí sigur hann eisini, at tað ringasta, sum kann henda, er, um ósemjan millum Ukraina og Russland veksur.
- Tey hava hótt við at innfrysta ognir. Tá verður tað trupult við nøkrum samhandli, vísir Pól Huus Sólstein á.
Sølustjórin sigur annars, at hóast beinleiðis útflutningstølini til Ukraina ikki eru so stór, so er tað ikki tann heilt greiða myndin. Í fjør útfluttu Føroyar fyri slakar 50 milliónir til Ukraina, men samstundis útfluttu vit fyri nærum 100 milliónir til Litava – og stórur partur av hesum fer víðari til Ukraina. Tí er ukrainski marknaðurin ikki at undirmeta.
- Hesi bæði londini, Russland og Ukraina, hava stóran týdning. Tað hevði eisini verið galdandi, um ES-bannið ikki var veruleiki, sigur Pól Huus Sólstein.
Arbeiða bara víðari
Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen heldur eins og tey í uppsjóvarvinnuni vakið eyga við gongdini í Ukraina.
- Vit mugu ansa eftir, at vit ikki skaða okkara áhugamál nú. Russland er ótrúliga týdningarmikið fyri okkum. Tí hevur tað okkara áhuga, at russiski marknaðurin verður verðandi opin fyri okkum. Men sum støðan er í løtuni, so arbeiða vit bara víðari, sum vit hava gjørt, sigur løgmaður.
Hann vísir á, at føroyski útflutningurin til Russlands er øktur munandi seinastu árini. Og hann sær fyri sær, at henda gongdin kemur at halda áfram.
- Tí er tað, at vit arbeiða við at fáa eina sendistovu har. Tað er ein máti at fáa útflutningsvirðið tann vegin at hækka, sigur løgmaður.