Yvirskriftin var klár. Hon segði, at í kvøld framdu fuglfirðingar stóran stuldur, tá ið teir áttu heimavøll í Klaksvík, men so varð neyðugt at broyta hana.
B36 var mótstøðuliðið, og B36 vann 2-1. Dómarin legði tríggjar minuttir aftrat vanligu leiktíðini. Onkur lítil steðgur var, og tað vóru farnir fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið B36 skoraði sigursmálið.
Málskjútti var Jóhann Hansson Joensen. Tað restaði eitt korter, tá ið 19 ára gamli Jóhann varð skiftur inn. Hann hevur ongantíð áður skorað mál á besta B36 liðnum. Tað gjørdi hann í evstu løtu í kvøld. Magnus Holm Jacobsen legði úr vinstru og fram til handara stólpa. Fleiri lupu upp, og Jákup Nolsøe Olsen í ÍF málinum tveitti seg og bjargaði, men so var Jóhann Hansson Joensen fyrstur á returbóltinum, og so stórfegnaðust teir í árstalsfelagnum um sigurin.
Tað var einki at siga til, at B36 annað mikukvøldið á rað fór úr Klaksvík við úrtøku. Fyri einari viku síðani endaði tað 1-1 ímóti KÍ, sum javnaði í síðstu løtu.
Í kvøld var B36 greitt omaná. Luturin hjá ÍF var fyrsta tíman at verja. B36 so at siga spældi grís, ÍF málverjin bjargaði fleiri ferðir, ÍF verjan við óføra Jens Joensen á odda, taklaði og blokeraði aftur og aftur, og bólturin var bæði á tvørtrænum og stólpanum aftanfyri ÍF málverjan, uttan at tað eydnaðist B36 at fáa mál.
Og so skoraði ÍF mest sum burtur úr ongum. Eftir innlegg úr høgru smekkaði Pól Jákup Lundsbjerg til. Símun Rógvi Hansen í B36 málinum hálvbjargaði, bólturin støkk út til Uros Stojanov, sum eitt vet til vinstru heilfluktaði bóltin upp í handara málhornið.
Málið bar við sær, at sjálvsálitið millum fuglfirðingar vaks, og heimamenninir vóru fleiri ferðir framvið, uttan at tað eydnaðist at skora.
Men tað var B36, sum hevði øgiliga yvirvág. Ferð eftir ferð dansaði bólturin í málteiginum, og ÍF spælararnir vístu fantastiskan hugburð. Tí mundi tað kennast serliga meint, tá ið B36 vann sær brotsspark eftir langt útspark frá Símuni Rógva Joensen. Sebastian Pingel fór um koll, og Alex Mellemgaard var púra kaldur, tá ið hann setti bóltin í netið.
So helt B36 fram at leypa á, og ÍF helt fram at vísa framúr hugburð og stríðast fyri lívinum. Tað sá út til at eydnast, men so var tað, at innskifti Jóhann Hansson Joensen fyri fyrstu ferð í lívinum var millum B36 málskjúttarnar, og Jákup á Borg og hansara menn vunnu fulla úrtøku.
B36 hevur 56 stig og er eitt stig frá NSÍ og bronsuplássinum. Tað eru tvey stig fram til KÍ á silvurplássinum. KÍ hevur spælt ein dyst færri enn B36 og NSÍ.
Sunnudagin skal B36 spæla á útivølli ímóti Víkingi, og ÍF skal spæla á heimavølli ímóti AB.