Jákup Mørk/Álvur Haraldsen úr Herfølge
Spenningurin undan dystinum millum Herfølge og Aab var rættuliga stórur. Talan var um dyst millum verandi meistararnar og liðið, sum í løtuni liggur best fyri í stríðnum um fyrsta meistaraheitið í nýggju øldini.
Herfølge við Jákup Mikkelsen á liðnum hava higartil í ár gjørt øllum spádómum um botnstríð og niðurflyting til skammar, og hava ístaðin verið á odda stóran part av kappingarárinum. Síðani vetrarsteðgin hava úrslitini tó ikki verið so góð, men tá einki av hinum liðunum hevur verið nóg støðugt, var munurin niður til næstovastu liðini framvegis seks stig undan dystinum sunnudagin.
At vónirnar til liðið so spakuliga eru um at økjast, var eisini sjónligt, tá dysturin fór í gongd. Hugnaliga stadionið hjá Herfølge var nærum fullsett, og hetta er alt annað enn gerandiskostur hjá lítla felagnum.
Spøk byrjan
Fyrstu løtuna var tó lítið, sum bendi á, at talan her var um eitt lið, sum møguliga kann rópa seg danmarksmeistara um hálvan annan mánað. Lítið og einki skil var í verjupartinum, og tvær ferðir innan fyrstu fimm minuttirnar var rættuligur vandi á ferð framman fyri málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Herfølge leikararnir sluppu tó snikkaleysir frá hesum, men hetta var einamest takkað verið teirri sannroynd, at Aab leikararnir ikki vóru nóg neyvir, tá bólturin skuldi leggjast fyri føturnar á álopsleikarunum.
Tað einu ferðina slapp Jákup tó at vísa síni kynstur, tá Allan Gaarde gjørdist púra leysur, og úr stuttari fjarstøðu slapp at royna seg.
Í álopspartinum var Herfølge als ikki sannførandi, og størstu møguleikarnir fingu teir eftir deyðbóltsstøður, men hóast tað var sera nær við einar tvær ferðir, so megnaðu teir ikki at gera álvara úr hóttanum sínum, og tí endaði fyrri hálvleikurin málleysur.
Brendu alt
Var Herfølge nakað tannleyst fyrstu trý korterini, so var rættulig vend komin í, tá farið varð undir seinna hálvleik. Beinanvegin fingu teir rættuligt yvirtak á miðvøllinum, og hetta hevði so eisini við sær, at álopsroyndirnar gjørdust nógvar í tali.
Við sera einføldum spæli, komu teir ferð eftir ferð ígjøgnum í báðum borðum, og fleiri risastórir møguleikar spurdust burtur úr hesum. Møguleikar, sum allir vóru misnýttir á skammiligan hátt. Fleiri ferðir varð bólturin leiktur fram við Jimmy Nielsen í Aab málinum, men onkursvegna megnaðu álopsleikararnir hvørja ferð at misnýta møguleikan.
Sum hálvleikurin leið tóktist tað alt meira greitt, at skuldi ein vinnari finnast, so mátti tað gerast heimaliðið, men hinvegin mátti eisini havast í huga, at við áhaldandi álopsspælinum hjá heimaliðnum, so kundu møguleikar spyrjast burtur úr í hinum endanum.
Tað gjørdu tað eisini, og tá einir tíggju minuttir vóru eftir at leika, hendi tað, sum ikki mátti henda. Eftir frísparksinnlegg úr vinstru, endaði álopsroynd við, at Mikkel Beck megnaði at vinna á Jákupi Mikkelsen, tá hesir fóru upp eftir bóltinum, og soleiðis stúta bóltin í málið.
Frøin var sjálvsagt stór á reyðu og hvítu Aab leikarunum, men teir á heim-aliðnum vóru alt annað enn nøgdir við málið. Sjálvt Jákup Mikkelsen, sum ofta verður sagdur at vera ov róligur, var uppi á miðlinjuni fyri at geva sína hugsan til kennar, men dómarin var eirindaleysur. Málið var gókent, og hetta hevði hann als ikki í hyggju at broyta.
Sjónvarpsupptøkurnar sýndu eisini, at Mikkel Beck hevði knæið á rygginum hjá Jákupi, tá lopið varð upp eftir bóltinum, men helst hevur dómarin ikki sæð hendingina við somu eygum.
Herfølge hevði sostatt bert tíggju minuttir til at venda dystinum, men longu í næsta álopinum fall endaliga avgerðin. Herfølge gav bóltin upp og fór í álopsroynd, men henda endaði við, at bólturin varð sparkaður niðan á miðjuna. Mikkel Beck gjørdi skjótt av, tá bólturin varð stungin til Allan Gaarde, og einsamallur við Jákupi Mikkelsen kundi hann senda bóltin í meskarnar. Møguliga kundi Jákup havt vart fyri skotinum, men soleiðis var ikki, og í roynd og veru varð dysturin avgjørdur við hesum málinum.
Gaman í royndu teir á heimaliðnum at skapa nakrar málmøguleikar síðstu løtuna, men talan var í flestu førum um meira ella minni hálvhjartaðar royndir, og satt at siga var ongantíð vandi á ferð framman fyri Aab málið hesa løtuna.
Munurin minkar
Hóast eingin av leikarunum hjá herfølge vildi nýta hetta sum nakra umbering, er tað ein sannroynd, at avgerðir dómarans fingu stóra ávirkan á endaliga úrslitið av dystinum.
Umframt at sjónvarpsupptøkurnar greitt vístu, at talan var um fríspark, tá Mikkel Beck skallaði bóltin í málið, so var ónøgdin eisini stór, tá dómarin tíðliga í seinna hálvleiki vísti Brian Priske gula kortið. Fleiri vóru av teirri fatan, at Priske var seinasti maðurin, tá hann tók beinini undan Kenneth Jensen, tá hesin var um at gerast leysur, men sum nevnt, so slapp Priske við hvøkkinum.
At Herfølge leikararnir ikki nýttu hetta sum nakra umbering er tó eisini skilligt, tí í roynd og veru hava teir bert sær sjálvum at takka, at einki spurdist burtur úr dystinum. Hevði úrtøkan av málmøguleikunum verið betri, kundi talan uttan stórvegis trupulleikar verið um ein trivaligan sigur.
Tapið hevði við sær, at Herfølge nú bert er trý stig framman fyri Brøndby, sum seinni á degnum vann á AGF. Annars vóru fýra lið, sum vóru ájøvn í stigum á øðrum plássinum á stigatalvuni, men av hesum var tað bert Brøndby, sum megnaði at fáa fulla úrtøku úr sínum dysti.
Komandi tígjgu dagarnir fara møguliga at vísa, um Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir skulu megna at halda fast um oddeasessin. Hósdagin skulu teir royna seg á útivølli móti Viborg og sunnudagin kemur AGF á vitjan, áðrenn teir mikudagin skulu til Brøndby har talan kann gerast um dyst, sum kann verða avgerandi fyri, hvat av teimum báðum oddaliðunum verður danskur meistari.