Sponsk jól í Miðamerika

Í landinum, har siglingarrennan styttir farleiðina hjá alskyns siglingarførum, situr 17 ára gamla Hjørdis Klein, sum í hesum døgum ger seg til reiðar at halda jól

»Allo« sigur røddin í hinum endanum, og eftir at blaðmaðurin á enskum hevur greitt frá, at eg ætlæaði mær at hitta Hjørdis Klein, sigur røddin aftur »momen«.

Síðani hoyrast nakrar røddir tosa á, fyri mær, óskiljandi sponskum, men alt tykist at vera í lagi, og eftir stuttari løtu havi eg fingið orðið á fryntligu hoyvíksgentuna, sum hetta skúlaárið hevur fingið møguleikan at búgva í Puerto Armuelles í Panama.


Summarfrí

So løgi tað ljóðar, so hevur Hjørdis summarfrí, nú flestu næmingarnir ganga í kavanum og rigga til jólahaldið her heima.

Summarfrítíðin byrjaði longu seinast í november mánaði, og ikki fyrr á vári, í mars mánaði, byrjar skúlagongdin aftur. Hjørdis tykist eisini fegin um hetta, tí, sum hon sigur, so eru tað ikki øll, sum hava summarfrí tvær ferðir um árið.

Annars dámar henni bara heilt væl í skúlanum, har tey eru gott og væl 30 næmingar í flokkinum,sum øll ganga í eins ílatin, og eru tey í skúlanum frá klokkan 7 til á middegi. Annars ber eisini til at ganga í skúla seinnapartin, men Hjørdis hevur so valt at vera har um morgunin.

Tríggjar linjur eru at velja ímilllum, og av hesum hevur hon valt at taka »science« ella frøði. Møguleiki var annars at velja frøðis-, handils-, ella mállinju.


Verður øðrvísi

Sjálv heldur Hjørdis, at tað fer at verða nakað øðrvísi at halda jól somikið langt heiman ífrá, men hon leggur tó afturat, at familjan, sum hon býr hjá, er øgiliga fitt og hjálpsom í allar mátar, so longsulin heim hevur enn ikki verið alt ov stórur.

Akkurát hvussu tey fóru at halda jólini visti hon ikki frá at siga, men allar helst fara hesi at verða hildin heima hjá familjuni.

Flestu fólk har á leiðini eru katolikkar, og flestu teirra eru eisini rættuliga religiøs. Har Hjørdis býr, er tað soleiðis, at pápin og beiggin eru javnan í kirkju, meðan mamman ikki tykist at leggja so nógv í hetta.

Annars verður rættuliga nógv gjørt við at pynta og stákast har á leiðini, hóast tað sjálvandi ikki er sami jólahýrur, tá útlitini fyri kava eru somikið vánalig. Kavin er eisini nakað av tí, sum Hjørdis serliga saknar har vesturi, men hóast hetta, so man lagið vera á eini leið.

Jólatrøini vórðu longu pyntað í byrjanini av mánaðinum, og harumframt eru flestu húsini pyntað við littum ljósperum, so á sín hátt gera tey so sanniliga nógv fyri, at høgtíðin skal gerast so hugnalig sum gjørligt.


Lítil býur

Ofta verður havt á munni, hvussu tað kennist hjá føroyingum at skula seta búgv í stórbýunum, men í so máta hevur Hjørdis ikki havt nakrar trupulleikar.

Einans 20.000 fólk búgva í Puerto Armuelles, men hóast hetta, so kann býurin als ikki sammetast við Hoyvíkina ella Havnina.

Stórur stættarmunur er, og sonevnt slumkvarter eru eisini at síggja í býnum. »Foreldur« hennara hava tó roynt at sagt henni frá, hvar tað er trygt at vera, og hvar man helst ikki skal fara, so yvirhøvur hevur hon ikki merkt so nógv til hetta.

Tó hevur hon verið onkran túr í Panama City, og har varð skjótt sjón fyri søgn, at kriminalitetur er ein rættuligur trupulleiki. Tað var nevnliga soleiðis, at meðan tær koyrdu í bussi inni í býnum, sat ein genta við arminum út gjøgnum vindeyga. Brádliga meðan tey koyrdu, royndi ein drongur at taka ur hennara av arminum, men lukkutíð eydnaðis hetta ikki.

Eisini hevur hon verið nakrar ferðir í Cherokee, sum er størsti býurin har á leiðini, men her er støðan tó ikki heilt so ring sum í Panama City, men hóast tað, er talan um rættuligan stórbý, um samanborið verður við lítla høvuðsstað okkara.


Nýtt mál

Sum tað framgongur av omanfyristandandi, so er málið í Panama spanskt, og sjálvandi voldi hetta eitt sindur av trupulleikum í byrjanini.

Trupulleikar eru tó til fyri at verða loystir, og í dag er líkt til, at Hjørdis ikki hevur stórvegis trupulleikar av málinum.

Annars er enskt ein av vanligu lærugreinunum í skúlunum, men sambært Hjørdis, so hevur hetta ikki við sær, at næmingarnir duga at málbera seg á enskum.

Vit takka Hjørdis fyri prátið, men áðrenn hon sigur farvæl, biðjur hon okkum heilsa øllum teimum kæru har heima, og nevnir hon í hesum viðfangi Bjørg, Elisabeth, Annbritt, Barbaru, Beintu, Ingrid, Búgva, Jan, Arnfinn, Ránnvá, Rúnu, Alice, Beintu og Katrin í Danmark, Heðin við Familju og so sjálvandi báðum ommunum, abbanum eins og hon sendir eina heilsan til foreldrini og eitt stórt klemm til systir sína, Kristionnu.