Spreinging í Linköping í Svøríki

Seinastu tíðina hevur Svøríki verið herjað av yvirgangi við fleiri drápum og spreingingum.

 

Tilbúgvingin í Svøríki fekk boð um eina spreinging við Ekholmen í Linköping tíðliga í morgun.

 

- Vit kunnu vátta, at ein spreinging hevur verið, sigur Torbjörn Lindqvist hjá svensku løgregluni.

 

Higartil eru ongar fráboðanir komnar um løstað, men tilbúgvingin hevur flutt fólk burtur úr økinum.

 

Sum skilst, hevur bygningurin, har spreingingin var í morgun, fingið skaða, soleiðis sum myndin omanfyri vísir.

 

Fólk, sum eru flutt úr bygningin, eru sloppin í eina fimleikahøll, har tey kunnu vera.

 

- Tað var ein harður brestur, sigur eitt vitni við Aftonbladet.

 

Seinastu tiðina hevur Svøríki verið rakt av yvirgangi við drápum og spreingingum.

 

Í gjár var ein spreinging í einum íbúðarblokki í Hässelby, vestanfyri Stockholm, har í minsta lagi trý fólk fingu løstir.