Springaradrápið er ein katastrofa

– Vit kunnu ikki tiga longur, tað hava vit gjørt í 30 ár. Avleiðingarnar av springadrápinum sunnudagin eru øgiligar, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sum longu hevur staðfest, at Bakkafrost hevur mist pengar

– Vit fordøma tað sum hendir sunnudagin 12. september. Har varð farið út um mark, hatta var øgiliga ógvusligt.

 

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

 

Týsdagin segði hann seg onga viðmerking hava til springaradrápið, men í gjár sendu bæði Bakkafrost og Havbúnaðarfelagið út yvirlýsingar á enskum, har tey tóku harð frástøðu frá springaradrápinum – tí tá merktu tey ógvusligu avleiðingarnar.

 

Men hví henda kúvending frá onga viðmerking at hava?

 

– Trupulleikin er, at hesa tíðindi berast um allan heimin. Hetta hevur skapt stórar yvirskriftir hjá BBC, í Týsklandi, í USA, í Asia og aðrar staðir við, har tey hava havt stórar reportasjur í stórum miðlum. Hetta hevur skapt eina stóra øsing, sum vit eru noydd at svara uppá, sigur Regin Jacobsen.

 

Hann greiðir frá, at tey fáa eina rúgvu av klagum sendandi.

 

– Vit eru sjónlig í Asia, í Miðeystri, í Evropa, í USA, og tí verður tað okkum, sum fólk lata vreiðina ganga út yvir, sigur Regin Jacobsen.

 

Hann vísir á, at fyrr vóru tað umhvørvisverndarfeløg av ymsum slag, sum royndu at sannføra kundar um at lata vera við at keypa frá føroyskum seljarum, sum Bakkafrost.

 

– Men nú eru tað kundar, sum vit hava handlað við í 20-30 ár, sum gera vart við seg, og tí eru vit noydd at gera okkurt. Og um ikki okkurt hendir – siga kundarnir, so verða tey noydd at gevast við at keypa frá okkum.

 

Regin Jacobsen vísir á, at tað sum umhvørvisfelagsskapir fyrr royndu at gera við kundarnar, tað verður lopið um nú, tí nú eru tað keypararnir, sum venda sær til Bakkafrost. Og tað eru ikki tilvildarligir keyparar.

 

– Talan er um sera serøsar keyparar, sum vilja okkum tað besta og sum vilja keypa frá okkum. Men teir síggja seg noyddar at steðga við at keypa frá okkum, um ikki vend kemur í.

 

Springaradrápið hevur longu ført til tap hjá Bakkafrost, sum roynir at bjarga tí við at boða umheiminum frá, at Bakkafrost tekur frástøðu frá hasum drápinum.

 

Regin Jacobsen vil ikki siga, at vit skulu banna springaradrápi.

 

– Hatta mugu politikararnir taka støðu til. Men hjá okkum og hjá øllum Føroyum snýr alt seg um marknaðaratgongd. Springaradráp snýr seg eisini um marknaðaratgongd. Vit mugu taka støðu til, um vit vilja halda fram við at drepa springarar og missa marknaðaratgongd – ella um vit skulu halda fram við at selja okkara vørur í øllum heiminum, sigur Regin Jacobsen, sum vísir á, at vit Føroyum í alt ov stóran mun royna at tiga ymist burtur. Men tað gongur ikki – tí talar Bakkafrost, sum stendur fyri triðinginum av øllum tí føroyska útflutninginum, nú at – og tað saman við allari alivinnuni í Føroyum.