Sprongdu russiskan rakettflutning á Krim

- Russland eigur at fyrireika seg til at lata Krim-hálvoynna aftur til Ukraina, sigur ukrainska verjumálaráðið.

 

Verjumálaráðið í Ukraina sigur, at russiskar rakettir, sum vóru undir flutningi í einum toki á Krim-hálvoynni, eru sprongdar í luftina.

 

Tað var longu í 2014, at Russland tók Krim-hálvoynna í Svartahavinum frá Ukraina, men altjóða samfelagið sær framvegis Krim sum ein part av Ukraina.

 

Í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv verður sagt, at rakettirnar skuldu brúkast av russiska svartahavsflotanum.

 

Hendingin fór fram í býnum, Dzjankoj á Krim. Svartahavsflotin hjá Russlandi hevur annars havt sína støð í havnabýnum, Sevastopol á Krim.

 

Tíðindastovan NTB endurgevur ukrainska verjumálaráðið fyri at siga, at Russland eigur at fyrireika seg til at lata hálvoynna aftur til Ukraina.

 

Úr Russlandi eru enn ongar viðmerkingar komnar um hendingina í býnum, Dzjankoj, men setti leiðarin á Krim, Sergej Aksionov, hevur latið hoyra frá sær.

 

Sergej Aksionov sigur, at ukrainskar dronur eru skotnar niður yvir býnum. Tvey fólk eru særd, og tveir bygningar hava fingið skaða av vrakleivdum. 

 

Vit kunnu nevna, at tá Krim verður samanborin við Danmark, er oyggin eitt vet minni enn Jútland, men hon er størri enn alt Ísrael.

 

##med2##

 

 

 

Útlendskir miðlar hava myndir frá hendingini á Krim-hálvoynni.