Íspunnið møsn at SAS og Atlantic avtala prísir

– Kappingin frá SAS er vælkomin. Vit eru til dystin fús, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog

– At Kappingareftirlitið skal hava eitt vakið eygað við Atlantic Airways og SAS, tí vandi er fyri, at flogfeløgini bæði kunnu finna uppá at avtala ferðaseðlaprísirnar sínamillum, so onnur ikki sleppa framat, er íspunnið møsn.

 

Tað sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog.

 

– Sjálvandi kenna vit kappingarreglurnar, og vit hava við́ okkara nýskipan av flogfelagnum hava lagt dent á at fyrireika okkum til júst kapping. SAS skal vera so hjartaliga vælkomið at kappast við Atlantic Airways, sigur hann.

 

Niels Mortensen sigur, at Atlantsflog hevur verið ígjøgnum eina umfatandi nýskipan seinastu tvey árini, eftir at vit valdu at seta nýggja kós, har virksemið var skipað av nýggjum við Føroyum sum snúningsdepli. Atlantic Airways kom heim at vera ein sterk loftbrúgv millum Føroyar og umheimin.

 

– Eg skal loyva mær at minna á, at tað hevur ongantíð staðið so væl til í føroyskari flogvinnu sum júst nú. Ferðaseðlarnir eru vorðnir alsamt bíligari, og veruleikin er tann, at 100.000 einvegis ferðaseðlar, ið kosta undir 1.000 krónur, kunnu keypast á rutunetinum alt árið. Bíligasti ferðaseðilin kostar 699 krónur. Tað er risastórt framstig, sammett við hvussu støðan var fyri bert tveimum árum síðani, sigur hann.

 

Hann sigur, at føroyingar kunnu velja ímillum fleiri túrar enn nakrantíð áður til Keypmannahavnar, umframt til Billund og Ålborg.

 

– Og vit hava frálíkar rutur til Norra, Íslands og Skotlands. Vit flúgva beinleiðis til Mallorca, Barcelona, Gran Canaria, Lissabon og Kreta - til sól og summar. Seinasta tilboðið er skíðferðir við Atlantic Airways.

 

– Vit hava eisini mest framkomna flota í Evropa. Tvær spildurnýggjar tyrlur og nýggj Airbus-flogfør, sum eru útgjørd við sera framkomnari tøkni, RNP, ið økir tryggleikan, samstundis sum tað ber til at flúgva lægri og í verri sýni inn til flogvøllin í Vágum. Regulariteturin og stundvísið eru batnað munandi eftir stuttari tíð. Um fáar mánaðir fáa vit eitt spildurnýtt Airbus 320, sum tekur fleiri ferðafólk enn tey bæði Airbus 319 flogførini.

 

Niels Mortensen siugr, at umframt at vera loftbrúgv millum Føroyar og umheimin er Atlantic Airways eisini arbeiðsskapandi í føroyska samfelagnum við 200 arbeiðsplássum, sum geva landskassanum góðar skattainntøkur.

 

– Príslækkingarnar hava kostað felagnum tilsamans 40 milliónir krónur í tvey ár, men Atlantic Airways er kortini búskaparliga væl fyri, og vit hava havt gott avlop á rakstrinum hesa tíðina, samstundis sum vit hava umskipað virksemið. Vit hava fantastiska fitt, ágrýtin og dugnalig starvsfólk, sum hvønn dag gera alt fyri at flúgva okkum trygt og væl millum Føroyar og útlondini. Jú sanniliga hava vit sett nýhugsan á breddan seinastu tvey árini, og vit ætla sjálvandi at halda fram við nýbrotum og miðvísari menning av felagnum, soleiðis at vit alla tíðina hava eina so lága príslegu, sum til ber.

 

– Lat meg einaferð enn undirstrika, at kappingin er vælkomin – vit eru til dystin fús, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog.