"Spurin á ferð" - Nýggj sending á FM1

Fríggjadagin byrjar nýggj summarsending á FM1

Í morgin fríggjadagin byrjar nýggj summarsending á FM1.

 

Verturin, Petur Zachariassen sigur soleiðis um sendingina: - Hetta eitt ferðaradio, har fokus verður á ferðing uttanlands.

 

Í fyrstu sendingini vitjar verturin á flogvøllinum. Í fyrra tímanum verður tosað fyrst við bilútleigara. Síðani verður tosað við fólk í Duty Free handlinum og øðrum umboði fyri Vága Floghavn. Í seinna tímanum verða tað so umboð fyri Atlantic Airways, sum gesta sendingina. Her verða tað fólk frá marknaðardeildini, flogskipara og flogternu. Sendingin er beinleiðis og er frá kl. 13.00 – 14.50 og verður hvønn fríggjadag. Lurtarin fær eisini møguleika at siga onkra stuttliga og/ella spennandi søgu, sum viðkomandi hevur upplivað á ferð. Um tú hevur hug at fortelja tína søgu kanst tú senda ein mail til pz@midlar.fo og so setur hann seg í samband við teg.