TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Spurin", sum var seinnapartin á Rás2.
Petur Zachariassen vitjaði í dag heima hjá Eyðuni Eliasen, arkitekti, sum greiddi frá sínum serliga heimi, har tað merkist niður í hvønn smálut, at talan er um eitt heim hjá einum arkitekti.
Hvønn hósdag seinnapart millum klokkan 14 og 15 vitjar Petur Zachariassen eina fyritøku, ein felagsskap ella ein einstakling við mikrofonini hjá Rás2.
Tey, sum vilja lurta beinleiðis tá sendingarnar eru kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.