Fyrispurningar
Teir báðir sambandstingmenninir skuldu mikudagin seta tveir fyrispurningar, sum báðir viðvíkja landsstýrismanninum í Heilsumálum.
Bárður Nielsen vildi hava vita, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka fyri at stytta um bíðitíðina hja´teimum, sum skulu hava serviðgerð uttanlands. Í øðrum lagi vil tingmaðurin hava at vita, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið um sjúkraviðgerð uttanlands, og í triðja lagi hann hava at vita, um játtanin til serviðgerð á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 er nøktandi eftir fatanini hjá landsstýrismanninum.
Heðin Mortensen hevur samstundis sett Løgmanni fyrispurning um svarið, sum sambandstingmaðurin fekk frá Landsstýrismanninum, tá hann herfyri setti fram spurning um játtanina hjá sjúkrahúsverkinum.
Í fyrsta lagi spyr Heðin Mortensen, um tað er nøktandi fyri løgmann, at landsstýrismaðurin á tingfundi royndi at forða fyri, at skrivligur fyrispurningur varð settur. Hartil vil Heðin Mortensen hava at vita, hvørt tað er nóg góð grundgeving hjá einum landsstýrismanni, at hann ikki tímir at svara einum fyrispurningi.
At enda spyr Heðin Mortensen, hvørt løgmaður metir, at tað eigur at fáa fylgir fyri ein landsstýrismann, at hann roynir at forða fyri at fyrispurningar verða settir og hvørt løgmaður ætlar at gera nakað, til tess at forða fyri eini endurtøku av slíkum.