Spurningar um sparingar í eldrarøkt í Suðuroy til landsstýriskvinnuna í almannamálum

Í stríð við ta avtalu, sum varð gjørd við landsstýriskvinnuna í almannamálum, um hvussu ymsar av hennara spariætlanum í eldrarøktini skuldu tillagast, so frætta vit nú í fjølmiðlunum um nýggjar sparingar á ellis- og røktarheiminum, sum stendur í gerð í Vági.

T.d. frætta vit, at 6 av teim 24 plássunum skulu standa stongd alt árið, hóast longu nú hava 30 fólk søkt um at fáa pláss á heiminum.

Tá landsstýriskvinnan hvørki hevur fingið undirtøku fyri tí ella hevur kunnað okkum um hetta ógvisliga sparitiltak, men vit bert lesa um tað í bløðunum, vil eg á henda hátt loyva mær at seta nakrar spurningar:

Er tað ikki rætt, at í fíggarlógaruppskotinum hevur landsstýriskvinnan í almannamálum fingið 9,9 mió.kr. sum fulla framskriving til rakstur av 24 plássum í nýggja røktarheiminum í Vági frá 1. mars 2011 og árið út?

Er tað ikki rætt, at av tí at nýggja røktarheimið í Vági ikki verður klárt at taka í nýtslu fyrr enn 1. mai 2011, so gevur tað eina sparing ella minniútreiðslu, svarandi til rakstrarútreiðslur av 24 plássum í tveir mánaðir, tvs. uml. 2 mió.kr.?

Er tað rætt, sum tað frættist í fjølmiðlunum, at hóast seinkaða upplatingin av nýggja røktarheiminum gevur hesa óætlaðu sparing uppá 2 mió. kr. til eldrarøktina, so ætlar landsstýriskvinnan kortini at spara aðrar 1-2 mió.kr. uppá nýggja røktarheimið í Vági, við at 6 búpláss skulu standa stongd alt 2011?

Hvussu ætlar landsstýriskvinnan ítøkiliga at fremja sína ætlaðu skerjing av virkseminum á nýggja røktarheiminum: við at skerja burturav teirri játtan, sum heimið skal hava sambært fíggjarlógaruppskotinum, so hon bert røkkur til 18 pláss, ella skal ovasta leiðslan fyri Nærverkið í Havn stýra upptøkuni av búfólkum til heimið í Vági eftir spariætlanini?

Vil landsstýriskvinnan framvegis halda uppá, at tørvurin í Suðuroy bert er 7 búpláss, hóast 30 longu nú hava søkt um at sleppa inn á nýggja røktarheimið í Vági?

Fjølmiðilin, sum umrøddi spariætlanina, vísti til, at grundin til at landsstýriskvinnan nú ætlar at leggjast á røktarheimið í Vági, er tí at semja er gjørd um at minka sparingarnar á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri niður í helvt. Tvs. hon flytir ta helvtina av tí upprunaligu sparingini, sum hon ikki fekk ígjøgnum at fremja á Tvøroyri, suður til Vágs.

Hetta er politiskt álitisbrot móti samgongufeløgum. Men eg vóni at landsstýriskvinnan er greið yvir tað og tí hugsar seg um enn einaferð, áðrenn hon ger nakran skaða.