Vegna Amnesty International Føroya deild, Margretha Nónklett, samskipari
Spurningurin um fosturtøku er ikki eitt mál Amnesty International (AI) hevur havt nakra støðu til fyrr enn nýligani. AI hevur tó í nógv ár arbeitt móti tvingsilsfosturtøkum. Spurningurin um fosturtøku gjørdist tó viðkomandi í sambandi við átakið “Steðgið harðskapi móti kvinnum”, sum AI fór undir í 2004. Átakið vendir sær til heimsins leiðarar, felagsskapir og einstaklingar við tí endamáli at kanna og varpa ljós á harðskap móti kvinnum og krevja, at hesin harðskapur verður viðurkendur, alment fordømdur og revsaður. Amnesty hevur saman við nógvum øðrum felagsskapum prógvað, at harðskapur móti kvinnum fer fram heima við hús, í samfelagnum og í kríggi. Í vápnaðum bardøgum verður harðskapur og neyðtøkur ofta nýttar í herferðini fyri at eyðmýkja kvinnurnar og at revsa tað samfelagið, tær eru partar av. AI kann við uttanveltaðu støðuni bert prógva, hvat fer fram og vera við til at fáa tey seku ábyrgdaði, men ikki at stuðla kvinnunum, um tær ynskja fosturtøku. Henda støða gjørdist trupul fyri nógvar limir, starvsfólk og samstarvspartar hjá AI og var ein av orsøkunum til, at spurningurin um fosturtøku varð reistur í felagsskapinum sum ein partur av nógvum í sambandi við seksuel og reproduktiv rættindi.
Ásannandi, at serliga spurningurin um fosturtøku er ein viðkvæmur og samansettur spurningur, sum má viðgerast nágreiniliga, varð í august 2005 samtykt, at Amnesty á altjóða aðalfundi í 2007 skal taka støðu til spurningin, aftaná eina gjølla innanhýsis viðtalu.
Amnesty International mælti í hesum sambandi øllum deildunum til at hoyra limirnar í hesum málum, áðrenn nøkur støða varð tikin. Sum partur av altjóða felagsskapinum kunnaði Føroya deild allar sínar limir skriftliga um málið og hevði eina røð av limafundum, har limirnir høvdu høvi at siga sína hugsan og sostatt ávirka avgerðina.
Út frá tí responsi sum kom frá fundunum og eftir nágreiniliga viðgerð í nevndini boðaði Føroya deild altjóða felagsskapinum frá, at Føroya deild stuðlar uppskotinum um, at AI kann arbeiða til frama fyri møguleikanum fyri at velja fosturtøku í ávísum avmarkaðum førum: Tá talan er um neyðtøku, siðamisbrot/blóðskemd og tá lívið hjá kvinnuni er í vanda. Nevndin gjørdi somuleiðis vart við, at Føroya deild neyvan fer víðari í hesum máli. Føroya deild hevur sostatt ikki tikið støðu til, um fosturtøka sum heild eigur at vera ein mannarættur ella ikki, sum til dømis var ført fram í Dimmalætting 12. apríl, men hevur boðað altjóða felagsskapinum frá, at deildin ikki metir, at spurningurin um fría fosturtøku liggur innan fyri arbeiðsøkið hjá AI. Amnesty arbeiðir við álvarsligum mannarættindabrotum og tá óynsktur barnsburður kemst í í sambandi við eitt álvarsligt mannarættindabrot kann hetta gerast eitt mál fyri Amnesty. Ikki annars.
Fosturtøka, sum tað eisini hevur verið ført fram, verður ikki umrødd í nøkrum altjóða mannarættindasáttmála, men almennir stovnar, sum tulka mannarættindasáttmálar, taka í vaksandi mun undir við støðuni um, at fosturtøka eigur at vera loyvd í førum, har lívið hjá kvinnuni er í vanda og tá talan er um neyðtøku ella blóðskemd. Altjóða mannarættindastovnar ráða eisini statum til at avtaka revsing í sambandi við fosturtøku og vísa á samanhangin millum høgan deyðstíttleika, ótryggar fosturtøkur og stranga fosturtøku lóggávu.
“The Fourth World Conference on Women” hjá ST í 1995 heitti á øll lond um at “umhugsa at endurskoða revsing mótvegis kvinnum sum hava fingið ólógligar fosturtøkur”.
Human Rights Committee hevur somuleiðis víst á teirra órógv við lóggávu í ávísum londum, har fosturtøka er revsiverd.
Altjóða fundurin hjá ST um “Population and Development” (ICPD) í 1994 staðfesti at “reproduktiv heilsurøkt í sambandi við grundleggjandi heilsurøkt skal eisini fevna um … avleiðingar av fosturtøku”.
Føroya deild metir tí ikki avgerðina um at stuðla møguleikanum fyri at velja fosturtøku í avmarkaðum førum vera í stríð við altjóða mannarættindasáttmálar. Avgerðin er heldur ikki loynilig á nakran hátt, sum Maria Forrestal rør fram undir í lesarabrævi á heimasíðuni hjá Dimmalætting 12. apríl. Tað er vanlig mannagongd í Amnesty í sambandi við øll mál, felagsskapurin arbeiðir við, at tey fyrst verða viðgjørd innanhýsis og síðani fráboðaði almenninginum, harímillum løgd út á heimasíðurnar í sambandi við tey arbeiðsøkir, sum tey eru partur av . Okkara limir verða kunnaðir um øll týðandi mál á árliga aðalfundinum, og hetta er eisini galdandi fyri umrødda málið, sum fyllir nógv í ársfrágreiðingini, sum verður løgd fram 21. apríl.
Vit eru sera hørm um og vónbrotin av, at Maria Forrestal mistonkiligger Føroya deild við at føra fram, at viðgerðin, umframt at hava vera loynilig, hevur verið einstáttað og at allar røddir ikki eru slopnar til orðanna, tí hetta er als ikki rætt. Vit hava tvørturímóti lagt okkum eftir at lýsa málið sakliga og at hoyra allar okkara limir. Vit hava í hesum sambandi havt umboð fyri bæði fría fosturtøku og fólk ið eru móti fosturtøku við á kunnandi fundunum. Maria Forrestal varð eisini sjálv boðin við á fund.
Avgerðin um at AI stuðlar at kvinnur skulu kunnu hava rætt til at velja fosturtøku í áðurnevndu avmarkaðu førum varð staðfest á altjóða fundinum fyri formenn og forkvinnur, sum var hildin í Hollandi í mars í ár.
Spurningur um fosturtøku í øðrum førum enn teimum, sum eru nevnd omanfyri, verður á skránni á altjóða aðalfundinum í august . Her fara trý umboð fyri Føroya deild at luttaka og gera sítt til, at eina loysn verður funnin, sum allar deildir og allir limir kunna liva við.